Kvørnin

Kvørnin: "Lívsins dansur", Bárður á Lakjuni
21-05-2020
Sunnuva Bæk, Ingmar Berg Mikkelsen og Ólavur Jóannesarson Hansen eru hesa ferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.

"Lívsins dansur" er fyrsta solo útgávan hjá Bárði á Lakjuni. Talan er um eina fullfíggjaða heildarútgávu, ið er vovin saman við trimum træðrum: tekstum, tónum og myndum.

Í skapi er útgávan ein bóklingur, eisini nevndur ritlingur. Í ritlinginum eru 16 nýggjar og eldri yrkingar, sum Bárður hevur skriva, meðan leirvíksmálarin Sámal Toftanes, ið er verfaðir Bárð, hevur mynd-prýtt ritlingin við 14 málningum.

Á aftastu síðu, í permuni, er ein fløga við 9 skeringum knýtt at. Tveir upplestrar og sjey løg, ið Niclas Johannesen hevur lagt til rættis, tikið upp og framleitt saman við Bárði á Lakjuni.

Tónleikarar á útgávuni eru:
Tórður Dam Jacobsen, trummir
Eyðun Johannesen, bass
Jan Nónklett, Klaver, orgul og harmonika
Eyðun á Lakjuni, klaver
Vinjar Egilsnes Petersen, hammond orgul
Niclas Johannesen, akustiskan guitar, el-guitar, mandolin, írska bouzouki, el-bass, ebow-guitar, forritan, keybords og annað.
Bárður á Lakkjuni, er forsangari, syngur kór, og spælir akustiskan guitar og tvørfloytu
Maria á Lakjuni, Lena Andersen, Eyðun á Lakjuni, Jógvan á Lakjuni og Jógvan S Jacobsen syngja eisini kór

Fløgan er tikin upp á Áargarði 9 í Leirvík, í Studio 57 í Hoyvík og í Studio Bloch í Havn, har Vinjar E. Petersen var tøkningur.
Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastera fløguna í Fix'N'Mix í Keypmannahavn.

Kvørnin

Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti. Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut. Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.
Ingmar Mikkelsen, Malan Eyðunsdóttir og Ári Rouch ummæla hesaferð "Crossing" við Horrse í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
26-01-2022
Ólavur Jóannesarson Hansen, Rannvá Helenudóttir og Hergeir Eldevig eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
19-01-2022
Tikið verður saman um tónleikaárið 2021 saman við Ára Rouch, Ólavi Jóannesarson Hansen, Hergeir Eldevig og Ingmar Mikkelsen
31-12-2021
Urd Johannesen, Ólavur Jóannesarson Hansen og Ingmar Mikkelsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
01-12-2021
Ólavur Jóannesarson Hansen, Holgar Johannesen og Ári Rouch eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
24-11-2021
Ólavur Jóannesarsson Hansen, Malan Eyðunsdóttir og Holgar Johannesen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
03-11-2021
Ólavur Jóannesarson Hansen, Malan Eyðunsdóttir og Ári Rouch eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
27-10-2021
Hesaferð eru Rannvá Helenudóttir, Hergeir Eldevig og Birgar Larsen ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
20-10-2021
Ingmar Mikkelsen, Malan Eyðunsdóttir og Holgar Johannesen ummæla EP'ina "World Out There" við Beinir, sum varð givin út tann 28. maj í ár
06-10-2021
"My Place" við High Moon, "Unicorn" við Ester Skála og "Play the Blame" við Lover Lover verða ummæld í Kvørnini hesaferð
29-09-2021
Urd Johannesen, Ólavur Jóannesarson Hansen og Ári Rouch ummæla Cazador De Ostras við Teiti í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen er vertur fyri
22-09-2021
Urd Johannesen, Ingmar Mikkelsen og Ári Rouch ummæla hesaferð í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
03-12-2020