Kvørnin

Kvørnin: "Modern Era", Teitur
28-05-2020
Ári Rouch, Hergeir Eldevig og Ingmar Berg Mikkelsen eru hesa ferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.

Á Ep'ini "Modern Era" eru fýra løg við enskum tekstum, sum Teitur og Hollenski framleiðarin Reyn í felag hava lagt til rættis, spælt inn, tikið upp, og framleitt.

Upptøkurnar vórðu gjørdar í eini Hollenskari kirkju frá 16. øld, ið Reyn hevur umskapa til eitt rættiliga serstakt ljóðstudio og upptøkuhølið við alskyns akkustiskum og elektriskum ljóðførum.

"Modern Era" er partur ev eini røð av útgávum, sum Teitur ætlar at geva út komandi tíðina, og sum allar byggja á samstørv við ymiskar tónleikavinir hjá Teiti, ið hann vitjar og framleiðir tónleik saman við.

Kvørnin

Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti. Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut. Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.
Skotsmál: 10 av 10 stjørnum frá Maluni Eyðunsdóttir og 09 av 10 stjørnum frá Elini Brimheim Heinesen.
21-03-2024
Ári Rouch og Ingmar Mikkelsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen keggur til rættis.
07-03-2024
Mánadagin varð tíðindafundur í Norðurlandahúsinum, har arbeiðsnevndin hjá FMA legði framm ymiskar broytingar í virðislønum og kunngjørdi tey, ið eru tilnevnd .
23-02-2024
"Sig mær okkurt skeivt" eitur fyrsta fløgan við rokkbólkinum Adrenaline. 
15-02-2024
Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Romeo" við Beinir, "Brestis kvæði! við Xperiment og "I Need Your Love" við janus Wiberg.
08-02-2024
Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Allarbesti” við SAKARIS, “Telji upp í hundrað” við Leu Kampmann og “Allan Day” við DJ Fretsting.
01-02-2024
"Imponerandi flott og vakurt yrkingasavn íklætt bæði mjúkar og hvassar tónar og ljóðmyndir", sitat Elin Brimheim Heinesen.
09-11-2023
Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Home Tonight" við Lenu Anderssen, "Reasons Unknown" við Lív Næs & Tróndi Enni og "Leið 400" við Lyon Hansen saman við Guðrið Hansdóttir.
02-11-2023
"Vendir vindar" er fyrsta heildarútgávan við duo'ini Einangran. Á plátuni eru 12 sangir á føroyskum máli.
19-10-2023
Guðrun Sólja Jacobsen, Birgar Larsen og Ólavur Jóannesarson Hansen ummæla heildarútgávuna "Tøgn" við Jógvani Joensen, sum í tónleikahøpi bara nýtir fornavnið, Jógvan.
12-10-2023
Útgávan "Leysir endar" við Anniku Hoydal, er ein røð av sangum, sum hon hevur havt liggjandi sum avlop frá øðrum útgávum, har teir onkusvegna ikki hava passa inn.
05-10-2023
Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Greener" við Beinir, "Close To You (Ain't Close Enough)" við Tamaru og "Laredo" við Alias Morera
21-09-2023