Kvørnin

Kvørnin: "Mark The Messenger"
11-06-2020
Urd Johannesen, Hergeir Eldevig og Ári Rouch eru hesa ferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.

Fimm skeringar, 4 sangir á enskum máli, umframt eitt preludium, eru á talgildu debut EP'ini "Mark The Messenger".

Tónleikurin er tikin upp í Sundlaugin Studio í Íslandi, ið er upptøkuhølið hjá heimskenda bólkinum Sigur Rós.

Í tíðindaskrivi verður greitt frá, at "Mark the Messenger" er ein EP, ið best kann lýsast sum ein alternativ og funkutt tulking av nýmótans popptónleiki.

Tónleikarar í Mark The Messenger eru:

  • Rasmus Vigant Samuelsen, keyboard og sang
  • Eyðun Ranason Nolsøe, guitar
  • Bergur Fonsdal Johannesen, bass
  • Tórður Dam Jacobsen, trummir

Kristoffur Mørkøre hevur staðið fyri framleiðsluni, umframt eyka upptøkum og ljóðblanding í Kris-Stuff Studio í Hoyvík.

Kvørnin

Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti. Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut. Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.
Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Hey, tú" við Ingmar, "One Slow Burn" við Kristel Lisberg og "Tvørtur um rúmið" við Bjarka Hansen.
14-09-2023
Útgávan "Døgurðaslang" er fyrra helvt av eini komandi heildarútgávu við heitinum "Døgurðaslang / Midnáttarsang" og umboðar ta bleytu og sorgblíðu síðuna hjá Aggrasoppum.
07-09-2023
Ólavur Jóannesarson Hansen, Ári Rouch og Holgar Johannesen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis
25-05-2022
Holgar Johannesen, Malan Eyðunsdóttir og Ári Rouch eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis
04-05-2022
Ólavur Jóannesarson Hansen, Rannvá Helenudóttir og Ingmar Mikkelsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
27-04-2022
Tann 25.apríl í 2021 fór Mentanarvikan í Runavíkar kommunu av bakkastokki, og eitt av fyrstu tiltøkunum var eitt serstakt hugnakvøld í Skótahúsinum við Løkin.
20-04-2022
Tann 25.apríl í fjør fór Mentanarvikan í Runavíkar kommunu av bakkastokki, og eitt av fyrstu tiltøkunum var eitt serstakt hugnakvøld í Skótahúsinum við Løkin.
13-04-2022
Tann 25.apríl í fjør fór Mentanarvikan í Runavíkar kommunu av bakkastokki, og eitt av fyrstu tiltøkunum var eitt serstakt hugnakvøld í Skótahúsinum við Løkin.
30-03-2022
Ólavur Jóannesarson Hansen, Rannnvá Helenudóttir og Birgar Larsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
23-03-2022
Ári Rouch, Malan Eyðunsdóttir og Holgar Johannesen ummæla hesaferð í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
16-03-2022
Birgar Larsen, Malan Eyðunsdóttir og Rannvá Helenudóttir eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
02-03-2022
Sangirnir, ið verða ummældir, eru: "We Both Know" við Tórmóður, "Blátt Myrkur" við Guðrið Hansdóttir og "Passerby" við Elevator Alligator.
02-02-2022