Kvørnin

Kvørnin: "Runnin ár", Hallur
16-07-2020
Ári Rouch, Ingmar Mikkelsen og Hergeir Eldevig eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

"Runnin ár" er heitið á sjeyndu heildarútgávuni við Halli Joensen.

Tólv sangir á føroyskum máli eru á plátuni, sum Jákup Zachariassen hevur framleitt. Jákup hevur eisini gjørt tey flestu løgini, tvey saman við Halli, eitt saman við Halli og Jessicu Joensen, og eitt lag saman við Pætur við Keldu. Harumframt eru tvey tøkuløg hjá Alan Taylor og Buck Owens við á útgávuni .

Tekstirnar eiga Martin Joensen, Niclas Johannesen, Kemm Poulsen, Eyðun Nolsøe, Steintór Rasmussen, Andrias Justesen og Jákup Zachariassen.

Plátan er tikin upp í 2019 í Starstruck Studio í Nashville og í JacZac í Føroyum. Fyri uttan Jákup Zachariassen eru flestu tónleikararnir úr Nashville, men Óli Poulsen, Høgni Lisberg og Eyðun Johannesen spæla eisini við á nøkrum løgum.

Jessica Joensen, Kristina Bærendsen og Sámal Ravnsfjall syngja hvør sína duett saman við Halli, meðan Laila Carlsen, Herborg Zachariassen, Jón Svein Heinesen og Jákup Zachariassen syngja kór á fleiri sangum.

Óli Poulsen hevur ljóðblandað og mastera útgávuna í Fix'N'Mix í Keypmannahavn.

Kvørnin

Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti. Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut. Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.
Stakløgini, ið verða ummæld, eru: "Hey, tú" við Ingmar, "One Slow Burn" við Kristel Lisberg og "Tvørtur um rúmið" við Bjarka Hansen.
14-09-2023
Útgávan "Døgurðaslang" er fyrra helvt av eini komandi heildarútgávu við heitinum "Døgurðaslang / Midnáttarsang" og umboðar ta bleytu og sorgblíðu síðuna hjá Aggrasoppum.
07-09-2023
Ólavur Jóannesarson Hansen, Ári Rouch og Holgar Johannesen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis
25-05-2022
Holgar Johannesen, Malan Eyðunsdóttir og Ári Rouch eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis
04-05-2022
Ólavur Jóannesarson Hansen, Rannvá Helenudóttir og Ingmar Mikkelsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
27-04-2022
Tann 25.apríl í 2021 fór Mentanarvikan í Runavíkar kommunu av bakkastokki, og eitt av fyrstu tiltøkunum var eitt serstakt hugnakvøld í Skótahúsinum við Løkin.
20-04-2022
Tann 25.apríl í fjør fór Mentanarvikan í Runavíkar kommunu av bakkastokki, og eitt av fyrstu tiltøkunum var eitt serstakt hugnakvøld í Skótahúsinum við Løkin.
13-04-2022
Tann 25.apríl í fjør fór Mentanarvikan í Runavíkar kommunu av bakkastokki, og eitt av fyrstu tiltøkunum var eitt serstakt hugnakvøld í Skótahúsinum við Løkin.
30-03-2022
Ólavur Jóannesarson Hansen, Rannnvá Helenudóttir og Birgar Larsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
23-03-2022
Ári Rouch, Malan Eyðunsdóttir og Holgar Johannesen ummæla hesaferð í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
16-03-2022
Birgar Larsen, Malan Eyðunsdóttir og Rannvá Helenudóttir eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
02-03-2022
Sangirnir, ið verða ummældir, eru: "We Both Know" við Tórmóður, "Blátt Myrkur" við Guðrið Hansdóttir og "Passerby" við Elevator Alligator.
02-02-2022