Kvørnin

Kvørnin: "Stationary Things", Fróði Bjarnason
20-10-2021
Hesaferð eru Rannvá Helenudóttir, Hergeir Eldevig og Birgar Larsen ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.

Stationary Things er heitið á fyrstu heildarútgávuni við Fróða Bjarnason, sum gjørdist kendur í Føroyum, tá hann vann tónleikakappingina Sement í 2018. 

8 sangir á enskum máli eru á debut útgávuni, og Fróði Bjarnason eigur sjálvur bæði orð og løg. 

Tónleikin hevur hann lagt til rættis saman við bólki sínum og saman við framleiðaranum Finni Hansen, sum eisini hevur tikið upp og ljóðblandað sangirnar. 

Masteringina hevur Óli Poulsen staðið fyri. 

  

Tónleikarar á útgávuni eru: 

Fróði Bjarnason: Kassagittar og Sang 

Tórður Dam Jacobsen: Trummur og Slagverk 

Árni Jóhannesson: Bass og Kór 

Robert Bjarnason: El gittar 

Rasmus Vigant Samuelsen: Flygil, Hammond, Synth, Wurlitzer, Klokkuspæl og kór 

Finnur Hansen: Synth, Wurlitzer, Slagverk, Mandolin og Kór 

Jón Festirstein: spælir Violin og Bratsj 

og Tóri Restorff Jacobsen: Sello 

Kvørnin

Í Kvørnini verða tónleikaútgávur umrøddar. Serliga eru tað nýggjar føroyskar útgávur, men stundum sleppur útlendskur tónleikur framat. Sendingin er skipað sum pallborðsorðaskifti. Við grøna borðið í útvarpsstovuni eru vanliga vertur og trý tónleikaáhugað. Nakað av útskifting er við borðið. Tað eru umleið seks fólk, ið skiftast um at taka lut. Fyritreyt fyri at sita við pallborðið í Kvørnini er brennandi áhugi fyri tónleiki, dirvi og hugur at siga sína hjartans meining.
Sangirnir, ið verða ummældir, eru: "We Both Know" við Tórmóður, "Blátt Myrkur" við Guðrið Hansdóttir og "Passerby" við Elevator Alligator.
02-02-2022
Ingmar Mikkelsen, Malan Eyðunsdóttir og Ári Rouch ummæla hesaferð "Crossing" við Horrse í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
26-01-2022
Ólavur Jóannesarson Hansen, Rannvá Helenudóttir og Hergeir Eldevig eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
19-01-2022
Tikið verður saman um tónleikaárið 2021 saman við Ára Rouch, Ólavi Jóannesarson Hansen, Hergeir Eldevig og Ingmar Mikkelsen
31-12-2021
Urd Johannesen, Ólavur Jóannesarson Hansen og Ingmar Mikkelsen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
01-12-2021
Ólavur Jóannesarson Hansen, Holgar Johannesen og Ári Rouch eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
24-11-2021
Ólavur Jóannesarsson Hansen, Malan Eyðunsdóttir og Holgar Johannesen eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
03-11-2021
Ólavur Jóannesarson Hansen, Malan Eyðunsdóttir og Ári Rouch eru hesaferð ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen skipar fyri.
27-10-2021
Hesaferð eru Rannvá Helenudóttir, Hergeir Eldevig og Birgar Larsen ummælarar í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen leggur til rættis.
20-10-2021
Ingmar Mikkelsen, Malan Eyðunsdóttir og Holgar Johannesen ummæla EP'ina "World Out There" við Beinir, sum varð givin út tann 28. maj í ár
06-10-2021
"My Place" við High Moon, "Unicorn" við Ester Skála og "Play the Blame" við Lover Lover verða ummæld í Kvørnini hesaferð
29-09-2021
Urd Johannesen, Ólavur Jóannesarson Hansen og Ári Rouch ummæla Cazador De Ostras við Teiti í Kvørnini, sum Eyðfinn Jensen er vertur fyri
22-09-2021