- Tíðindi, mentan og ítróttur
Leitisstein
Í sendingini spæli eg sjálvandi hópin av tónleikin hjá Kraftwerk, men eg fari eisini at elta ta tónlistarliguslóð, sum slóðbrótandi týski elektroniski bólkurin hevur lagt eftir sær á tónleikapallinum.
Ein rúgva av kendum tónleikanøvnunum standa í beinleiðis skuld til Kraftwerk, ið hevur veitt teimum grundleggjandi íblástur til teirra tónlist.
Til at hjálpa mær at hugleiða eitt sindur um týdningin, Kraftwerk hevur havt fyri populera elektroniska tónleikapallin, havi eg tosað við Knút Háberg Eystursstein, tónleikafrøðing.
Fróði Løkságarð hevur eisini eina seraliga Kraftwerk hugleiðing.
Stovnaður í Dusseldorf
Grundarsteinurin til Kraftwerk varð lagdur í 1986, tá Florian Schneider og Ralf Hutter hittust á konservatoriunum í Dusseldorf á einu skeiði í improvisiatión. Ralf Hutter spældi klaver, Florian Schneider floytu.
Teir funnu saman um felagsmálið at gera uppreistur móti avmarkingunum, sum vóru í klassiskum tónleiki.
"Vit høvdu ikki hug at enda við at sita og spæla Mozart og Beethove í lokalu konsertsalinum," hevur Ralf Hutter sagt.
"Spurningurin, vit settu okkum, var heldur, hvussu ljóðar Týsklandi í dag. Og tað var har Kraftwerk byrjaði."
Men tað var serliga, meðan teir spældu við bólkinum Organisation, at teir fingu eyguni upp fyri møguleikunum í syntheseisarum, ið júst vóru uppfunnir.
Tíðliga í 1970unum keypir Florian Schneider, sum kom frá einari vælhavandi familju, ein synthesseisara, og restin er, so segði hann, søga.
Teir fingu sær navnið Kraftwerk, sum merkir orkuverk, og lýstu seg sjálvar sum "klangchemiker", ella ljóð-evnafrøðingar, og lótu seg annars totalt søkka niður í møguleikarnar, sum nýggj tøkni hevði við sær.
Florian Schneider uppfann eisini ymisk ljóðføri, eitt nú eina elektroniska floytu og ein Vocoder líknandi synthesizara, sum hann kallaði Robovox.
Tríggjar tær fyrstu pláturnar vóru improvisatiónsplátur, sum í stóran mun blivu innspældar við siðbundnum ljóðførum. Florian Schneider og Ralf Hutter uppfataðu ongantíð hesar útgávurnar sum ordiligar Krafwerk útgávur.