Leitisstein

LEITISSTEIN 11.05.2020 (Tema: Kraftwerk)
14-05-2020
Ein heiðurskvøða til Kraftwerk og ein av stovnarunum, Florian Schneider, sum andaðist herfyri, 73 ára gamal

Í sendingini spæli eg sjálvandi hópin av tónleikin hjá Kraftwerk, men eg fari eisini at elta ta tónlistarliguslóð, sum slóðbrótandi týski elektroniski bólkurin hevur lagt eftir sær á tónleikapallinum.

Ein rúgva av kendum tónleikanøvnunum standa í beinleiðis skuld til Kraftwerk, ið hevur veitt teimum grundleggjandi íblástur til teirra tónlist.

Til at hjálpa mær at hugleiða eitt sindur um týdningin, Kraftwerk hevur havt fyri populera elektroniska tónleikapallin, havi eg tosað við Knút Háberg Eystursstein, tónleikafrøðing.

Fróði Løkságarð hevur eisini eina seraliga Kraftwerk hugleiðing.

 

Stovnaður í Dusseldorf

Grundarsteinurin til Kraftwerk varð lagdur í 1986, tá Florian Schneider og Ralf Hutter hittust á konservatoriunum í Dusseldorf á einu skeiði í improvisiatión. Ralf Hutter spældi klaver, Florian Schneider floytu.

Teir funnu saman um felagsmálið at gera uppreistur móti avmarkingunum, sum vóru í klassiskum tónleiki.

"Vit høvdu ikki hug at enda við at sita og spæla Mozart og Beethove í lokalu konsertsalinum," hevur Ralf Hutter sagt.

"Spurningurin, vit settu okkum, var heldur, hvussu ljóðar Týsklandi í dag. Og tað var har Kraftwerk byrjaði."

Men tað var serliga, meðan teir spældu við bólkinum Organisation, at teir fingu eyguni upp fyri møguleikunum í syntheseisarum, ið júst vóru uppfunnir.

Tíðliga í 1970unum keypir Florian Schneider, sum kom frá einari vælhavandi familju, ein synthesseisara, og restin er, so segði hann, søga.

Teir fingu sær navnið Kraftwerk, sum merkir orkuverk, og lýstu seg sjálvar sum "klangchemiker", ella ljóð-evnafrøðingar, og lótu seg annars totalt søkka niður í møguleikarnar, sum nýggj tøkni hevði við sær.

Florian Schneider uppfann eisini ymisk ljóðføri, eitt nú eina elektroniska floytu og ein Vocoder líknandi synthesizara, sum hann kallaði Robovox.

Tríggjar tær fyrstu pláturnar vóru improvisatiónsplátur, sum í stóran mun blivu innspældar við siðbundnum ljóðførum. Florian Schneider og Ralf Hutter uppfataðu ongantíð hesar útgávurnar sum ordiligar Krafwerk útgávur.
 

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki.  Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.
"State of the Land" eitur nýggja plátan hjá Lenu Anderssen, ið kemur út 26. januar. Lena Anderssen er gestur í sendingini
23-01-2024
Nógvur spikahamrandi feitur nýggjur tónleikur er at hoyra í sendingini
17-01-2024
Nakrir av bestu og mest spældu sangunum í LEITISSTEIN frá 2023
09-01-2024
Saman við Eileri Sørensen verður róð aftur á alternativa tónleikaárið 2023, og burtur úr spurdist ein spikahamrandi feit sending
02-01-2024
Sum tað er vorðið siðvenja, so verður alternativur jólatónleikur spældur í síðstu LEITISSTEIN-sendingini fyri jól. Eiler Sørensen er hin jólanissan
19-12-2023
Orka hevur síðani tónlistarligaverkætlanin sá dagsins ljós í einum fjósi Innan Glyvur 2005 verið slóðbrótandi, og tað er Orka enn, nú sætta heildarútgávan er útgivin
13-12-2023
Sendingin er ein kvøða til írska/enska-tónlistamannin Shane MacGowan, ið andaðist 30. november, 65 ára gamal
05-12-2023
"Hjartasláttur" kallast nýggja plátan hjá Knúti Háberg Eysturstein, ið er gestur í sendingini
28-11-2023
Dugnaliga Døgg Nónsgjógv er gestur í sendingini í sambandi við, at hon herfyri útgav EP'ina "Døggfallin", sum er fyrsti nýggi tónleikur, ið Døgg gevur út í seks ár
21-11-2023
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur á skránni
14-11-2023
20. oktober góvu The Rolling Stones út sína 26. heildarútgávu "Hackney Diamonds", og tað verður feirað í LEITISSTEIN
31-10-2023
Føroyska super duo'in Einangran eru gestir í LEITISSTEIN, og við sær hava Lea Kampmann og Heiðrikur á Heygum nýggju heildarútgávuna "Vendir vindar"
24-10-2023