Nøkur av okkara fremstu tónlistafólkum hava fingið listarligt innivist hjá LISA í Hoydølum. Tey senda ein tónleikadrunn sínámillum í LEITISSTEIN.
Í gomlu Gentukostdeildini og Hjallinum í Hoydølum hevur LISA fingið møguleikan at húsa listafólki. Har húsast í løtuni nøkur av Føroya fremstu tónlistafólkum í einum umhvørvi, sum Harald Fonsdal Johannesen so væl lýsir sum "ein kreativ bumba".
LEITISSTEIN var á vitjan í Hoydølum við einum tónlistarligum drunni, ið tónlistafólkini sendu sínámillum.
Luttakarar í sendingini eru Teitur Lassen, Eivør Pálsdóttir, Jens L. Thomsen, Knút Háberg Eysturstein, Guðrið Hansdóttir, Heiðrik á Heygum, Per I. Højgaard Petersen, Heðin Ziska Davidsen, Mikael Blak, Marianna Winther Nagata, Harald Fonsdal Johannesen og Vinjar Egilsnes Petersen