Leitisstein

LEITISSTEIN 31.05.2021 (& BEINIR)
01-06-2021
Fyrrverandi barnastjørnan, BEINIR, sum er vorðin 20 ár, og júst hevur givið EPina "World Out There" út, er samvertur í sendingini,

Flest fólk kenna Beinir Troest Rasmussen sum barnastjønan, ið var limur í bæði Kulum rótum og Óvita blues band, og sang sangir sum "Vov vov" og "Sápubløðran".

Beinir er nú vorðin vaksin, hevur skrivað sáttmála við danska plátufelagið The Bank, og hevur júst útgivið sína fyrstu vaksnamanna EP "World Out There".

BEINIR er samvertur í sendingini, har vit spæla allar sangirnar á nýggju EPini, men BEINIR velur eisini sangir hjá øðrum tónlistafólkum, ið honum dámar.

Sendingin er spikahamrandi foyt. 

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki.  Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.
Nýggjur tónleikur frá Lenny Kravitz, The Black Crowes, The Black Keys, Kings of Leon, Nick Cave, The Marias, Gary Clark Jr., Mt. Joy, The Secret Sisters og øðrum
17-04-2024
Jóan Jakku Guttesen og Magnus á Stongum, sum eru tveir av stovnandi limunum av legendariska vágabólkinum Tinganest, eru gestir
09-04-2024
Nýggjur tónleikur frá Nick Cave and the Bad Seeds, Kacey Musgraves, The Black Keys, Adrianne Lenker, Gossip, St. Vincent og mongun øðrum
03-04-2024
Jón Aldará, Theodor Kapnas og Eyðun í Geil Hvannastein úr Hamferð eru gestir í sendingini í sambandi við, at Hamferð hevur útgivið "Men Guðs hond er sterk"
27-03-2024
Brimheim, ella Helena Heinesen Rebensdorff, er gestur í sendingini í sambandi við, at hon útgevur sína aðru plátu "Ratking"
20-03-2024
Nýggjur tónleikur frá Kings of Leon, The Black Keys, Old 97's, Gossip, Noruh Joensen og øðrum er á skránni
13-03-2024
"Døgurðaslang / midnáttarsang" eitur nýggja plátan hjá Aggrasoppum. Talan er um eina ljósa og myrka síðu á plátuni. Fólk avgerða sjálvi, hvør síða er A og hvør er B
06-03-2024
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni
27-02-2024
Nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur frá Future Islands, The Killers, Beth Gibbons, Mumford & Sons, Mitski og mongum øðrum
20-02-2024
Nýggjur tónleikur frá eitt nú Pearl Jam, Adrianne Lenker, Phosphorescent, Brittnay Howard, Mumford & Sons og øðrum
14-02-2024
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er at hoyra í sendingini
06-02-2024
Nógvur spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni aftur við øllum illveðrinum
30-01-2024