LEITISSTEIN er sendingin, har tú kemur við á eina ferð inn í nýggjasta indie-tónleikin, ið ikki altíð fær innivist í main stream tónleikarásunum, playlistunum og øðrum.
Indie-tónleikur verður ofta lýstur sum:
Independent music (often referred to as indie music or indie) is music produced independently from commercial record labels or their subsidiaries, a process that may include an autonomous, do-it-yourself approach to recording and publishing.
Ofta verður sagt, at nýggjur tónleikur bara larmar, men hetta passar ikki, tí tað verður eisini gjørt nýggjur tónleikurin innan rokk, popp, kontry, amerikana og allar aðrar sjangrur.
So um tú ikki ordiliga orkar, ella hevur tíð, at fylgja við hvat rørir seg á tónleikapallinum, so er LEITISSTEIN tveir tímar, har hetta verður gjørt fyri teg.
Njótið sendingina, ið fevnir nú nýggja tónleiki, men onkrir góðir, gamlir sangir sleppa eisini upp í part.
Her er playlistin fyri sending 03 í vertíð 08.