Leitisstein

LEITISSTEIN 14.12.2021 (1971)
15-12-2021
Tríggir Generation X'arar fagnað tónleikaárið 1971, ið verður roknað sum eitt tað sterkast nakrantíð nú hálva øld seinni

Tað eru sjálvandi eldri lurtarar enn vit, Fróði Løkságarð, Eiler Sørensen og Uni Leitisstein Hansen, sum nú hugsa: 1971? Hvat vita hasir smádreingirnir um 50 ára gamlar plátur?

Tað er rætt, at eingin okkrara var føddur hetta árið.

Men somuleiðis er tað er ógvuliga týðiligt, at tónleikurin frá hesi tíðini hevur havt so ótrúliga stóra ávirkan á fleiri ættarlið, og framvegis eru tað í dag ung fólk sum fevna hesar útgávurnar.

Tað er við hesum í huganum, at vit loyva vit okkum at stovnseta hendan fagnaðin, hóast onkur, sum var ungur um hetta mundið, kundi gjørt tað fleiri ferðir betur og áhugaverdari enn vit fjepparar.

Tað er við at vera ein kliche, at baby boomarar, og seinni eisini vit, sum er partur Generation X, dyrka tónleikin, sum kom út fyrru helvt av sjeytiárunum.

Men um tú fert ígjøgnum allar hugsandi listar yvir útgávur hesini árini, so er einki at taka seg aftur í, at hetta var ein tónleikalig byltingartíð.

Progrokkurin var við at taka endaligt skap, Motown var mitt í eini enduruppfinnan av soul tónleikinum, og folk-rokkurin hevði veruliga funnið flogið. Og ikki at gloyma tungi rokktónleikurin, sum manifesteraði seg hesi árini, eftir føðingina seint í sekstiárunum.

Heilt stóru 60ara bólkarnir vóru eisini á vegamóti. Beatles høvdu togað stykkið úr, og Lennon, McCartney og Harrison royndu flogið sum solistar. Rolling Stones afturímóti, vóru mitt í sínum gyltasta tíðarskeiði.

PLAYLISTIN +BONUS

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki.  Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.
Jón Aldará, Theodor Kapnas og Eyðun í Geil Hvannastein úr Hamferð eru gestir í sendingini í sambandi við, at Hamferð hevur útgivið "Men Guðs hond er sterk"
27-03-2024
Brimheim, ella Helena Heinesen Rebensdorff, er gestur í sendingini í sambandi við, at hon útgevur sína aðru plátu "Ratking"
20-03-2024
Nýggjur tónleikur frá Kings of Leon, The Black Keys, Old 97's, Gossip, Noruh Joensen og øðrum er á skránni
13-03-2024
"Døgurðaslang / midnáttarsang" eitur nýggja plátan hjá Aggrasoppum. Talan er um eina ljósa og myrka síðu á plátuni. Fólk avgerða sjálvi, hvør síða er A og hvør er B
06-03-2024
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni
27-02-2024
Nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur frá Future Islands, The Killers, Beth Gibbons, Mumford & Sons, Mitski og mongum øðrum
20-02-2024
Nýggjur tónleikur frá eitt nú Pearl Jam, Adrianne Lenker, Phosphorescent, Brittnay Howard, Mumford & Sons og øðrum
14-02-2024
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er at hoyra í sendingini
06-02-2024
Nógvur spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni aftur við øllum illveðrinum
30-01-2024
"State of the Land" eitur nýggja plátan hjá Lenu Anderssen, ið kemur út 26. januar. Lena Anderssen er gestur í sendingini
23-01-2024
Nógvur spikahamrandi feitur nýggjur tónleikur er at hoyra í sendingini
17-01-2024
Nakrir av bestu og mest spældu sangunum í LEITISSTEIN frá 2023
09-01-2024