Leitisstein

LEITISSTEIN 01.02.2022 (Plátupanelið um 1997)
02-02-2022
Plátupanelið er fyrstu ferð við í LEITISSTEIN, har hugleitt og nørdast verður í plátum, sum komu út í 1997 og sostatt kunnu feira 25 ára jubileum

Talan er um eina serliga sending, tí tað er fyrstu ferð, at nýstovnaða Plátupanelið er við í sendingini.

Plátupanelið er Knút Háberg Eysturstein, Eiler Sørensen og Fróði Løkságarð.

Ætlanin er, at Plátupanelið skal vera eitt afturvendandi innslag í LEITISSTEIN sendingum.

Evnið hesaferð er sterka tónleikaárið 1997.

Í ár eru 25 ár síðani, at plátur sum "OK Computer" hjá Radiohead, "Homogenic" hjá Björk, "Blur" hjá Blur, "Homework" hjá Daft Punk, "The Fat Of The Land" hjá The Prodigy og "Urban Hymns" hjá Verve komu út.

Her er PLAYLISTIN hjá sendingini. Har er okkurt bonustilfar, tí Plátupanelið náddi ikki allar pláturnar. 

 

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki.  Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.
"State of the Land" eitur nýggja plátan hjá Lenu Anderssen, ið kemur út 26. januar. Lena Anderssen er gestur í sendingini
23-01-2024
Nógvur spikahamrandi feitur nýggjur tónleikur er at hoyra í sendingini
17-01-2024
Nakrir av bestu og mest spældu sangunum í LEITISSTEIN frá 2023
09-01-2024
Saman við Eileri Sørensen verður róð aftur á alternativa tónleikaárið 2023, og burtur úr spurdist ein spikahamrandi feit sending
02-01-2024
Sum tað er vorðið siðvenja, so verður alternativur jólatónleikur spældur í síðstu LEITISSTEIN-sendingini fyri jól. Eiler Sørensen er hin jólanissan
19-12-2023
Orka hevur síðani tónlistarligaverkætlanin sá dagsins ljós í einum fjósi Innan Glyvur 2005 verið slóðbrótandi, og tað er Orka enn, nú sætta heildarútgávan er útgivin
13-12-2023
Sendingin er ein kvøða til írska/enska-tónlistamannin Shane MacGowan, ið andaðist 30. november, 65 ára gamal
05-12-2023
"Hjartasláttur" kallast nýggja plátan hjá Knúti Háberg Eysturstein, ið er gestur í sendingini
28-11-2023
Dugnaliga Døgg Nónsgjógv er gestur í sendingini í sambandi við, at hon herfyri útgav EP'ina "Døggfallin", sum er fyrsti nýggi tónleikur, ið Døgg gevur út í seks ár
21-11-2023
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur á skránni
14-11-2023
20. oktober góvu The Rolling Stones út sína 26. heildarútgávu "Hackney Diamonds", og tað verður feirað í LEITISSTEIN
31-10-2023
Føroyska super duo'in Einangran eru gestir í LEITISSTEIN, og við sær hava Lea Kampmann og Heiðrikur á Heygum nýggju heildarútgávuna "Vendir vindar"
24-10-2023