- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lorvíkingurin Høgni Lisberg er samvertur í sendingini.
"Eitt tónlistarligt flogvit," skrivaði ein lurtari um Høgna Lisberg, og tað er ikki heilt av leið.
Í sendingini spælir Høgni tónleik, ið honum dámar, og har er alt frá Rage Against The Machine til ukrainskan fólkatónleik.
Leitisstein spælir tónleik av øllum útgávunum hjá Høgna Lisberg, og har eru seks heildarútgávur og ein EP.
PLAYLISTIN v/BONUS
Tak niður
Tveir tímar við nýggjum og gomlum, men altíð spika hamrandi feitum tónleiki.
Týskvøld klokkan 20, og so verður ein stytt útgáva av sendingini send hósdagar klokkan 15.
Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.