Leitisstein

LEITISSTEIN 08.02.2022 (Høgni Lisberg)
08-02-2022
Høgni Lisberg er samvertur í sendingini og brillierar við søgum um alt frá at uppdaga Rage Against The Machine í Vági og serliga kakur í Amsterdam

Lorvíkingurin Høgni Lisberg er samvertur í sendingini.

"Eitt tónlistarligt flogvit," skrivaði ein lurtari um Høgna Lisberg, og tað er ikki heilt av leið.

Í sendingini spælir Høgni tónleik, ið honum dámar, og har er alt frá Rage Against The Machine til ukrainskan fólkatónleik.

Leitisstein spælir tónleik av øllum útgávunum hjá Høgna Lisberg, og har eru seks heildarútgávur og ein EP.

PLAYLISTIN v/BONUS

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki.  Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.
Í ár fyllir plátan "Vónin er" hjá Guðruni & Bartali 10 ár, og tað feira tey við stórari konsert og at vitja LEITISSTEIN, har øll plátan verður spæld
10-10-2023
Limirnir í RSP eru gestir í LEITISSTEIN, har farið verður afturum søguna hjá bæði bólkinum og umstríddu sangunum
03-10-2023
"Tøgn" kallast fyrsta heildarútgávan hjá Jógvani Joensen, ið er samvertur í sendingini, har vit bæði spæla sangir av "Tøgn" og sangir, ið Jógvani dámar
27-09-2023
100.000 nýggir sangir koma út á Spotify hvønn dag, og í Leitisstein kanst tú hoyra nakrar av teimum, ið eru spikahamrandi feitir
19-09-2023
Fríggjadagin 15. september gevur Dania O. Tausen út plátuna "ja/nei - og restin av vikuni". Í tí sambandi er Dania gestur í Leitisstein
12-09-2023
Jónas Langgaard, sum spælir tónleik undir navninum nönne, er samvertur í sendingini í sambandi við, at hann herfyri útgav debutplátuna "Back To U"
05-09-2023
Síðsta sending áðrenn LEITISSTIEN fer í summarfrí er á tremur við spikahamrandi feitum nýggjum tónleiki
01-06-2023
Fitt av rokki er á skránni í sendingini, sum eisini inniheldur nýggja tónleik frá Depeche Mode, Jenny Lewis, Boygenius og øðrum
24-05-2023
SKRAPT kallast nýggi føroyski tónleikafestivalurin, sum verður hildin í Tórsgøtu í Havn í juli. Sunneva Háberg Eysturstein, fyriskipari, er samvertur í sendingini
17-05-2023
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni við eitt nú The Tallest Man On Earth, The National og Jason Isbell
09-05-2023
4. mai gevur Annika Hoydal út plátuna "Leysir endar", og í sendingini eru Annika samvertur, meðan vit spæla flestu sangirnar á nýggju plátuni
03-05-2023
Sendingin er ognað legendariska enska elektropopp-bólkinum Depeche Mode, ið júst hava givið sína 15. plátu út, "Memento Mori", eitt ár eftir at stovnarin Andy Fletcher doyði
26-04-2023