Leitisstein

LEITISSTEIN 01.03.2022 (Plátupanelið/1992)
02-03-2022
Plátupanelið er við í sendingini LEITISSTIEN Live, har evnið er tónleikaárið 1992

Guðrið Hansdóttir er fyrstu ferð við í Plátupanelinum, sum eisini er mannað við Fróða Løkságarð og Knút Háberg Eysturstein. 

Saman við LEITISSTEIN, so eru tey á ferð gjøgnum tónleikaárið 1992.

Guðrið Hansdóttir borðreiddi við frálíkum tónleiki og innliti í tónleikin, sum hon spældi. 

Knút Háberg Eysturstein spældi alt frá Leonard Cohen til noise rock frá Sonic Youth. 

Fróði Løkságarð er, sum altíð, væl fyrireikaður og hevur sett seg væl inn í tónleikin. 

Talan er um ein spikahamrandi feita sending, har Mark Lanegan, ið andaðist 21. februar, 57 ára gamal, sleppur at leggja fyri saman við hansara Screaming Trees og sanginum "Nearly Lost You".

Njótið sendingina.

PLAYLISTIN + BONUS

 

Leitisstein

Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki.  Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15. Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.
Jón Aldará, Theodor Kapnas og Eyðun í Geil Hvannastein úr Hamferð eru gestir í sendingini í sambandi við, at Hamferð hevur útgivið "Men Guðs hond er sterk"
27-03-2024
Brimheim, ella Helena Heinesen Rebensdorff, er gestur í sendingini í sambandi við, at hon útgevur sína aðru plátu "Ratking"
20-03-2024
Nýggjur tónleikur frá Kings of Leon, The Black Keys, Old 97's, Gossip, Noruh Joensen og øðrum er á skránni
13-03-2024
"Døgurðaslang / midnáttarsang" eitur nýggja plátan hjá Aggrasoppum. Talan er um eina ljósa og myrka síðu á plátuni. Fólk avgerða sjálvi, hvør síða er A og hvør er B
06-03-2024
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni
27-02-2024
Nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur frá Future Islands, The Killers, Beth Gibbons, Mumford & Sons, Mitski og mongum øðrum
20-02-2024
Nýggjur tónleikur frá eitt nú Pearl Jam, Adrianne Lenker, Phosphorescent, Brittnay Howard, Mumford & Sons og øðrum
14-02-2024
Nógvur nýggjur og spikahamrandi feitur tónleikur er at hoyra í sendingini
06-02-2024
Nógvur spikahamrandi feitur tónleikur er á skránni aftur við øllum illveðrinum
30-01-2024
"State of the Land" eitur nýggja plátan hjá Lenu Anderssen, ið kemur út 26. januar. Lena Anderssen er gestur í sendingini
23-01-2024
Nógvur spikahamrandi feitur nýggjur tónleikur er at hoyra í sendingini
17-01-2024
Nakrir av bestu og mest spældu sangunum í LEITISSTEIN frá 2023
09-01-2024