Plátupanelið er við í sendingini, og evnið er heavy metal-tónleikur frá 70unum, 80unum, 90unum og 00unum
Higartil, tá Plátupanelið hevur verið við í LEITISSTEIN, hevur Heavy Metal-tónleikurin kanska ikki fingið tað innivist, ið hann hevur uppiborið.
"Tað ber illa til at spæla Madonnu og Megadeath í somu sending," helt í øllum førum Fróði Løkságarð, ið skeyt upp at hava eitt Heavy Metal-tema í sendingini.
Endin bleiv, at valdur varð Heavy Metal-tónleikur frá 1970unum, 1980unum, 1990unum og 2000unum.
Plátupanelið er: Eiler Sørensen, Knút Háberg Eysturstein og Fróði Løkságarð.