- Tíðindi, mentan og ítróttur
Í dag kenna fólk flest Ára Rouch sum samskipara í Hondbóltsambandi Føroya og ummælara í Kvørnini í útvarpinum.
Men einaferð var Ári Rouch rokkstjørna í Føroyum, sum oddamaður og sangari í rokkbólkinum Makrel.
Makrel luttók í Prix Føroyum í 2003 og 2005, og bólkurin útgáv tríggjar fløgur:
"Makrel stinkar" (2003) "Wonderland" (2004) "Transcend" (2006)
Ári Rouch er samvertur í sendingini, har Ári velir tónleik, ið honum dámar, og LEITISSTEIN velir sangir av øllum útgávunum hjá Makrel.
PLAYLISTIN
Tak niður
Tveir tímar við spikahamrandi feitum tónleiki.
Týskvøld klokkan 21, og so verður sendingin endursend hósdagar millum klokkan 13 og 15.
Sendingin er eisini á Facebook og Spotify.