Aftur ein spikahamrandi feit sending við nýggjum, men eisini onkrum eitt sindur eldri sangum
Retroljóð eru inn, og tað hoyrist aftur í hesari útgávuni av LEITISSTEIN, tí fleiri av nýggju sangunum, ið eru at hoyra, ljóða sum um teir eru útgivnir í seksti-, sjeyti og áttatiárunum.
Pearl Charles sigur bart út, at hennara sangur "Only For Tonight" hevur fingið nógvan íblástur frá "Dancing Queen" hjá Abba.