Ljóarin

Ljóarin, 20. september 2022 - Fosturtøka
20-09-2022
Vit viðgera føroysku fosturtøkulógina í breiðum perspektivi.

Hon nærkast pensiónsalduri - føroyska fosturtøkulógin, sum 1. oktober verður 66 ár.
Og nýggj tøl frá Javnaðarflokkinum á Fólkatingi vísa, at tað eftir øllum at døma eru rættuliga nógv fleiri føroyskar kvinnur, sum fáa fosturtøku enn higartil hildið.
Tískil er fosturtøka tema í hesum Ljóarara, her vit royna at lýsa evni við einum breiðum perspektivi.
Vit fáa orðið á Sjúrð Skaale, sum umboðar Javnaðarflokkin á fólkatingi, ið hevur umbiðið kanningina.
Vit tosa eisini við Turið Debes Hentze um føroysku fosturtøkulógina, sum er ein forboðslóg, og vit spyrja millum annað, hvørjir møguleikar eru at gera nýggja lóggávu.
Diana Reynstind, burðarfrøðingur og serlækni í kvinnusjúkum, greiðir frá, hvat ein fosturtøka er, og hvussu tað er at arbeiða sum lækni við verandi lóggávu.
Fyrst í seinra tímanum greiðir Turið Hermansdóttir, antropologur og phd-lesandi, frá um sína phd-gransking, har hon hevur spurt 20 kvinnur um teirra upplivingar við fosturtøku.
Í Føroyum kunnu kvinnur og pør fáa ráðgeving, um tær eru í iva um hvørt tær skulu velja fosturtøku, ella um tær bara hava tørv á at tosa við onkran um støðuna.
Tað er Gigni, sum varðar av fosturtøkuráðgevingini, og vit skifta orð við Sólrun Foldbo, ið er fakligur stjóri í Gigni.
Skal føroyska fosturtøkulógin broytast? Hesar og aðrar spurningar seta vit Elisu Vang frá Fríum Vali og Bjørk Sadembou frá Pro Vita.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin

Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag. Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.  Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.  Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.  Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.  Redaktørur: Ingi Rasmussen.
Ólavsøkuframsýningin á Listasavni Føroya og Vestanstevnan í Miðvági
13-07-2023
Á pall uttan minni. Herborg við nýggjum sangi
12-07-2023
Spildurnýggjur føroyskur tónleikur verður evnið í dagsins Ljóara, nú Dania O. Tausen og Tweed & Hyenas eru ávegis við nýggjum útgávum
11-07-2023
Forvitnisliga framsýningin Broddur í Müllers Pakkhúsi, og Nólsoyarstova er pakkað út aftur.
06-07-2023
Skrappur festivalur. Várframsýning á sumri.
05-07-2023
Ein Dodge Viper og tveir Chevrolet Camaro teljast millum amerikonsku bilarnar hjá Johnny Nón. Vit tosa við Johnny um m.a. amerikanskar bilar og bilmentan
04-07-2023
Guðrið Poulsen yrkir eisini. Hanni Bjartalíð fer at gera stóra list.
29-06-2023
Dánjal á Neystabø fekk listafólkaløn í trý ár, og Elisabeth Pike hevur listaframsýning í Kambans Húsi
28-06-2023
Kristina Thede Johansen hevur fingið Sonning-talentvirðislønina, og arkitektakappingin til nýggjan høvuðsbygning hjá Fróðskaparsetrið Føroya
27-06-2023
Vinnarin av arkitektakappingini til nýggjan felagsbygning hjá Setrinum avdúkaður, og Ritlist II á Reinsarínum
22-06-2023
Listarligt minnismerki fyri kvinnur, ið doyðu í barsilssong. Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum.
21-06-2023
Kristian Blak er heiðraður við virðislønini hjá Nordisk Komponist Råd, og Edward Fuglø hevur listprýtt Viðareiðis kirkju
20-06-2023