Ljóarin

Ljóarin, 3. november 2022 - Mentan
03-11-2022
Vit hava verið á gátt hjá Eli Smith; Petur Martin Petersen tosar um Leirvíksmálarin, Jóannis Kristiansen; og vit ummæla Skúlan á Fløtum í Havn

Tað mest spennandi er at framleiða sínar egnu litir úr ymsum sløgum av gróti. Vit hitta Eli Smith, sum sýnir fram síni verk á framsýning í løtuni.
Kanska kendasti ókendi málarin í Føroyum, Jóannis Kristiansen - Leirvíksmálarin - verður heiðraður í stórum bókaverki á fýra ymiskum málum. Vit hitta Petur Martin Petersen, ið hevur skrivað.
Heðin er heiti á nýggjari bók um Heðin Mortensen. Vit hitta høvuðspersónin og Hilmar Jan Hansen, sum er ein av høvundunum.
Í seinru helvtini av sendingini fara vit í skúla - í nýggja stásiliga skúlan á Fløtum her í Havn.
Saman við Regini Marnersson, skúlastjóra, skifta vit orð um nakrar av námsfrøðiligu tonkunum handan skúlan, Ragnar Zachariassen, arkitektur og stjóri á teknistovuni Zeta Arkitektar, greiðir okkum frá um arkitekturin, og Albert Isfeld, arkitektur, fer at ummæla Skúlan á Fløtum.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin

Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag. Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.  Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.  Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.  Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.  Redaktørur: Ingi Rasmussen.
Ólavsøkuframsýningin á Listasavni Føroya og Vestanstevnan í Miðvági
13-07-2023
Á pall uttan minni. Herborg við nýggjum sangi
12-07-2023
Spildurnýggjur føroyskur tónleikur verður evnið í dagsins Ljóara, nú Dania O. Tausen og Tweed & Hyenas eru ávegis við nýggjum útgávum
11-07-2023
Forvitnisliga framsýningin Broddur í Müllers Pakkhúsi, og Nólsoyarstova er pakkað út aftur.
06-07-2023
Skrappur festivalur. Várframsýning á sumri.
05-07-2023
Ein Dodge Viper og tveir Chevrolet Camaro teljast millum amerikonsku bilarnar hjá Johnny Nón. Vit tosa við Johnny um m.a. amerikanskar bilar og bilmentan
04-07-2023
Guðrið Poulsen yrkir eisini. Hanni Bjartalíð fer at gera stóra list.
29-06-2023
Dánjal á Neystabø fekk listafólkaløn í trý ár, og Elisabeth Pike hevur listaframsýning í Kambans Húsi
28-06-2023
Kristina Thede Johansen hevur fingið Sonning-talentvirðislønina, og arkitektakappingin til nýggjan høvuðsbygning hjá Fróðskaparsetrið Føroya
27-06-2023
Vinnarin av arkitektakappingini til nýggjan felagsbygning hjá Setrinum avdúkaður, og Ritlist II á Reinsarínum
22-06-2023
Listarligt minnismerki fyri kvinnur, ið doyðu í barsilssong. Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum.
21-06-2023
Kristian Blak er heiðraður við virðislønini hjá Nordisk Komponist Råd, og Edward Fuglø hevur listprýtt Viðareiðis kirkju
20-06-2023