Ljóarin

Ljóarin 8. november 2022
08-11-2022
Beinleiðis sending úr Klaksvík, har sent var úr Kaffihúsinum Fríðu, Róðrarneystinum og Varpinum

Tað hendir nógv í Klaksvík í hesum døgum, og í hesum Ljóaranum hava vit, við gestum, samrøðum og kjaki, sent beinleiðis úr Kaffihúsinum Fríðu á Biskupstorgi í miðbýnum í Klaksvík.

Fyrst hitta vit stjóran í Fríðu, Mimmy Vágsheyg, henni á baki tosa vit við borgarstjóran í Klaksvíkar kommunu, Karl Johansen, og síðani tosa vit um Klaksvík í einum søguligum perspektivi, tá ið Hans Andrias Sølvará, dekanur og professari, sum eisini hevur skrivað bøkurnar um Klaksvíkar søgu, sessast við borðið.

Vit fara eisini á gátt í nýggja róðrarneystinum, ið skjótt verður liðugt, og har hitta vit Sonju Kjølbro, forkvinnu.

Miðskeiðis í sendingini skifta vit orð um eitt nú nýggju hotellætlanina, tá ið Kjartan Hansen, nevndarlimur og íleggjari, og Ósbjørn Jakobsen, arkitektur, sessast við borðið.

Síðani verður farið í mentanarhúsið Varpið, har ið nýggi stjórin, Annfinnur Heinesen, tekur ímóti. Og vit enda sedingina við einum Klaksvíkskjaki millum Joan Heinesen, Erik Biskopstø og Sølvá Jansdóttir Joensen.

Tú kanst hoyra sendingina her!

 

 

Ljóarin

Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag. Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.  Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.  Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.  Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.  Redaktørur: Ingi Rasmussen.
Bókin um KOKS fekk virðislønir. Listasavn Føroya fyllir 30 ár og byggir út.
15-06-2023
Sissal Kampmann, Kim Simonsen, Fríði Djurhuus og mentanarpallurin á G!. Kim Hansen og Fjarðarok í Skálafirði.
14-06-2023
Kristian Blak sigur okkum um Summartónar, vit skifta orð við Øssur Mohr, ið hevur framsýning í Ribarhúsi, og vit tosa við Oddvør á Lakjuni, ið er ein av eldsálunum í Ribarhúsi
13-06-2023
Hallur rennur. Jóanna og Oyvindur skipa fyri verkstovu. Allan og Country og bluesfestivalur.
08-06-2023
Lear kongur tekur skap. Alberto Gilberto farin.
07-06-2023
"Reyn, kæra Reyn" er, sambært Sprotanum, skipað sum gongutúrur við Jørleifi úti á Reyni og í gomlu Havnini sambært kortinum hjá Johan Poulsen – eisini nevndur Blikkinsláarin
06-06-2023
Randi Kúrberg greiðir frá bókini Út á Reyn saman við Jørleifi. Yrkingasavnið "Protesur" hjá Jóan Paula Dahl Jakobsen.
06-06-2023
Fyrstu kvinnuligu fotografarnir í Føroyum, og Kim Simonsen hevur latið úr hondum nýtt yrkingasavn
31-05-2023
Ben Arabo hevur latið úr hondum fyrsta stuttsøgusavnið, og vit fregnast um skránna fyri Mentanarnáttina í Havn
30-05-2023
Mentanarnátt á Tvøroyri
26-05-2023
Leygardagin vóru vit við á Víkingadegnum í Hovi. Hann er liður í ætlanini at smíða føroya fyrsta víkingaskip. Samrøður vórðu gjørdar við arkitektin, bátasmiðin o.o.
24-05-2023
Ebbu-virðislønin til Katrin Joensen-Næs. Hátíðarframsýning við verkum eftir Tummas Jákup Thomsen.
23-05-2023