- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ljóarin
Bókadagar eru á skránni í hesum døgum, og vit práta við ein av fyriskiparunum.
Fyri tveimum árum síðani, í desember 2020, útsrkivaði Bókhandlarafelagið skaldsøgukapping. Vit avdúka vinnaran í hesi sendingini.
Ungi høvundurin, Dánjal Viðoy, hevur latið úr hondum sína aðru skaldsøgu. Vit ringja umborð á Akraberg til eitt prát um nýggju bókina.
Hvussu verða framtíðar fólkabókasøvnini skipaði? Hesar og aðrar spurningar seta vit Lisbeth Vestergaard frá tankasmiðjuni "Fremtidens biblioteker"
Eisini hitta vit Dánjal Hoydal, sum hevur skrivað barnabókina - Strikurnar, um OCD ella tvingsilshugsan, og tað er við tekningum hjá Anniku Oyrabø.
Politiskir skemtileikir eru ikki bara ein partur av valstríðnum, tí fríggjakvøldið fer nýskrivaði leikurin Moldvørpin, av barkastokki. Vit tosa við høvundin, Hans Tórgarð.