Ljóarin

Ljóarin 29. november 2022
29-11-2022
Trolarin Reynsatindur, Tórshavnar kamarkór og Teitur, víkarkvinnan Deana Jacobsen og nýggj føroysk urtagarðsbók

Hvør er søgan um risastóra trolaran Reynsatind, sum seinri gjørdist Olaf í Garðastovu?
Eitt nú hetta verður lýst í nýggjari bók, sum Birgir Waag Høgnesen hevur latið úr hondum. Vit tosa við Birgir.

Teitur Lassen hevur skrivað fimm sangir til Tórshavnar Kamarkór! Vit fregnast um verkætlanina, tá ið Arina Bischoff og Teitur Lassen koma á gátt.

Í 1966 hvarv unga Víkarkvinnan Deana Jacobsen við Grátufjørðin í Grønlandi. Og nú hevur Leivur Hansen skrivað bók um hesa syrgiligu hendingina.

Nakað so sjáldsamt sum ein føroysk urtagarðsbók er komin út. Við teksti og myndum verður vegleitt um urtagarðsarbeiði, og hvørjar plantur, runnar ogtrø vaksa væl í Føroyum.
Vit tosa við Búgva Róin, Anette Sonne og Ingibjørg Jacobsen, sum hava gjørt bókina.

Ljóarin

Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag. Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.  Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.  Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.  Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.  Redaktørur: Ingi Rasmussen.
Ólavsøkuframsýningin á Listasavni Føroya og Vestanstevnan í Miðvági
13-07-2023
Á pall uttan minni. Herborg við nýggjum sangi
12-07-2023
Spildurnýggjur føroyskur tónleikur verður evnið í dagsins Ljóara, nú Dania O. Tausen og Tweed & Hyenas eru ávegis við nýggjum útgávum
11-07-2023
Forvitnisliga framsýningin Broddur í Müllers Pakkhúsi, og Nólsoyarstova er pakkað út aftur.
06-07-2023
Skrappur festivalur. Várframsýning á sumri.
05-07-2023
Ein Dodge Viper og tveir Chevrolet Camaro teljast millum amerikonsku bilarnar hjá Johnny Nón. Vit tosa við Johnny um m.a. amerikanskar bilar og bilmentan
04-07-2023
Guðrið Poulsen yrkir eisini. Hanni Bjartalíð fer at gera stóra list.
29-06-2023
Dánjal á Neystabø fekk listafólkaløn í trý ár, og Elisabeth Pike hevur listaframsýning í Kambans Húsi
28-06-2023
Kristina Thede Johansen hevur fingið Sonning-talentvirðislønina, og arkitektakappingin til nýggjan høvuðsbygning hjá Fróðskaparsetrið Føroya
27-06-2023
Vinnarin av arkitektakappingini til nýggjan felagsbygning hjá Setrinum avdúkaður, og Ritlist II á Reinsarínum
22-06-2023
Listarligt minnismerki fyri kvinnur, ið doyðu í barsilssong. Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum.
21-06-2023
Kristian Blak er heiðraður við virðislønini hjá Nordisk Komponist Råd, og Edward Fuglø hevur listprýtt Viðareiðis kirkju
20-06-2023