Ljóarin

Ljóarin 12. januar 2023
12-01-2023
Randi Samsonsen. Ángela Álvarez. Katrin Joensen-Næs.

“Føroyski samleikin í verki” stendur í samgonguskjalinum, tá tosað verður um “Mál, mentan og list”. Men hvørji fólk er talan um, sum skulu lyfta hesa uppgávu? Vit loddað dýpið, og fyrsti gestur í tí vit rópa ”Mentanarsamleikin beinleiðis” er Randi Samsonsen, listakvinna.

Mest umrøddi filmur í Føroyum seinasta árið, hóast hann ikki er frumsýndir enn, er stuttfilmurin Sæla hjá Katrini Joensen-Næs. Og nú tað stundar til frumsýningina leygarkvøldið, fáa vit vitjan av spenta leikstjóranum.

95 ára gamla Ángela Álvarez fekk herfyri grammytónlistavirðisløn fyri fyrstu ferð. Og talan var enntá fyri "bestu nýggju songstjørnu". Vit hoyra eitt sindur um Ángelu og hoyra tvey løg.

Hoyrið sendingina her

Ljóarin

Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag. Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.  Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.  Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.  Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.  Redaktørur: Ingi Rasmussen.
Ólavsøkuframsýningin á Listasavni Føroya og Vestanstevnan í Miðvági
13-07-2023
Á pall uttan minni. Herborg við nýggjum sangi
12-07-2023
Spildurnýggjur føroyskur tónleikur verður evnið í dagsins Ljóara, nú Dania O. Tausen og Tweed & Hyenas eru ávegis við nýggjum útgávum
11-07-2023
Forvitnisliga framsýningin Broddur í Müllers Pakkhúsi, og Nólsoyarstova er pakkað út aftur.
06-07-2023
Skrappur festivalur. Várframsýning á sumri.
05-07-2023
Ein Dodge Viper og tveir Chevrolet Camaro teljast millum amerikonsku bilarnar hjá Johnny Nón. Vit tosa við Johnny um m.a. amerikanskar bilar og bilmentan
04-07-2023
Guðrið Poulsen yrkir eisini. Hanni Bjartalíð fer at gera stóra list.
29-06-2023
Dánjal á Neystabø fekk listafólkaløn í trý ár, og Elisabeth Pike hevur listaframsýning í Kambans Húsi
28-06-2023
Kristina Thede Johansen hevur fingið Sonning-talentvirðislønina, og arkitektakappingin til nýggjan høvuðsbygning hjá Fróðskaparsetrið Føroya
27-06-2023
Vinnarin av arkitektakappingini til nýggjan felagsbygning hjá Setrinum avdúkaður, og Ritlist II á Reinsarínum
22-06-2023
Listarligt minnismerki fyri kvinnur, ið doyðu í barsilssong. Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum.
21-06-2023
Kristian Blak er heiðraður við virðislønini hjá Nordisk Komponist Råd, og Edward Fuglø hevur listprýtt Viðareiðis kirkju
20-06-2023