Ljóarin

Ljóarin 18. januar 2023
18-01-2023
Vetrarjazzur. Gamli býlingur í Norðragøtu

Sunnudagin verður Vetrarjazzur 2023 skotin í gongd - og vit fregnast um skránna, tá ið Kristian Blak vitjar.
Gamli býlingurin í Norðragøtu er ein perla. Og saman við Alberti Isfeld, arkitekti, lýsa vit býlingin úr arkitektoniska sjónarhorninum, samstundis sum vit eisini minnast hjúnini Arnleyg og Tummas Jacobsen, ið gjørdu sítt til at býlingurin er varðveittur.
Hoyr alla sendingina her.

Ljóarin

Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag. Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.  Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.  Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.  Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.  Redaktørur: Ingi Rasmussen.
Vit minnast tónleikaran, Jim Gordon, í orðum og tónum
17-05-2023
6. og seinasta bind av Havnarsøgu er komið út, og fyrsta føroyska kryptofrímerki av hesum slagi er føroyskt
16-05-2023
Ein ferð í orðum og tónum gjøgnum Eurovision Song Contest søguna frá 1956 til í dag
16-05-2023
Stamina eftir Jákup Veyhe, Katrin Joensen-Næs um útbúgving sum filmsleikstjóri, og klassiski tónleikafestivalurin Endurljóð
11-05-2023
Sandavágsmenn vilja birta upp undir hugin at brúka føroyska bátin, og í Sørvági fara tey í næstum undir at byggja mentanarhús og sjósavn fyri alla oynna.
10-05-2023
Kanska hevði Robin Hood eisini onnur lyndiseyðkenni enn tað søgnin sigur okkum? Og kanska skuldi hann hitta eitt ávíst fólk, áðrenn hann raknaði úr sínum sjálvsókni?
05-05-2023
Pink Floyd hevði funnið sín nýskapandi stíl og Dark Side of the Moon er mest selda albumið av øllum í 70'unum. Saman við vertinum er Finn Jensen í Havn í útvarpsstovuni.
03-05-2023
Nógv varð gjørt burturúr, tá ið endurreista Dansistovan í Funningi varð tikin í nýtslu aftur leygardagin
02-05-2023
Beinleiðis av Hotel Runavík, nú mentanarvika er í Runavíkar kommunu
27-04-2023
Mentanarvikan í Runavíkar kommunu: Urd Johannesen um skránna, og vit vitja Víkhúsini í Oyndarfirði
26-04-2023
Mentanarvika í Runavíkar kommunu, Klingra, og Jógvan Kristiansson Glerfoss
20-04-2023
Fiskastykkið og Turkihúsið úti á Gjógv í Sandavági er ein samanrenning millum søgu, arkitektur og nýggjar møguleikar. Og talan er um eina sanna perlu!
18-04-2023