Ljóarin

Ljóarin 31. januar 2023
31-01-2023
Tónleikakappingin Stella Polaris, føroyskt frímerki í rúmdini, og kendir føroyskir sangir í nýggjum hami fyri kór mynda Ljóaran hesuferð

Stella Polaris er kapping millum ungar klassiskar tónleikarar. Vit tosa við Jóhan Hentze, fyriskipara, í byrjanini av sendingini.
Myndaevnini eru sera fjølbroytt samstundis sum researcharbeiðið er rættuliga umfatandi, tá ið talan er um føroysk frímerkju. Og saman við Svanbjørg Manai frá Frímerkjadeildini fara vit at fregnast um mannagongd og komandi útgávur. Eitt nú fregnast vit um útgávu nummar 1.000, og um hvat ið danski rúmdarmaðurin Andreas Mogensen og Frímerkjadeildin hava í felag.
Leygardagin fer kvinnukórið Cantabile at lata føroyskar sangir í nýggjan ham, og tað verður undir leiðslu av Bernharði Wilkinson og Paula í Sandagerði - ein forvitnislig verkætlan, sum vit fara at skifta orð um við Paula seinast í sendingini.
Tú kanst hoyra sendingina her!

Ljóarin

Ljóarin er seinnapartssending, sum varpar ljóð á mentan og samfelag. Ljóarin er ljósopið í takinum á roykstovuni. Ljóarin er eisini nýggj seinnapartssending í útvarpinum, sum varpar ljóð á mentanina og tað samfelagið, vit liva í.  Týsdag seta vit ávíst evni á skrá, har rák og hendingar í samfelagnum verða lýst.  Hósdagar varpa vit ljóð á mentanina burturav. Tá lýsa vit mentan og list í breiðum týdning, og vit viðgera eitt nú bókmentir, leiklist, myndlist og byggilist.  Redaktión: Lív Mikkelsen, Gunnar Nolsøe, Leif Láadal og Ingi Rasmussen.  Redaktørur: Ingi Rasmussen.
Ólavsøkuframsýningin á Listasavni Føroya og Vestanstevnan í Miðvági
13-07-2023
Á pall uttan minni. Herborg við nýggjum sangi
12-07-2023
Spildurnýggjur føroyskur tónleikur verður evnið í dagsins Ljóara, nú Dania O. Tausen og Tweed & Hyenas eru ávegis við nýggjum útgávum
11-07-2023
Forvitnisliga framsýningin Broddur í Müllers Pakkhúsi, og Nólsoyarstova er pakkað út aftur.
06-07-2023
Skrappur festivalur. Várframsýning á sumri.
05-07-2023
Ein Dodge Viper og tveir Chevrolet Camaro teljast millum amerikonsku bilarnar hjá Johnny Nón. Vit tosa við Johnny um m.a. amerikanskar bilar og bilmentan
04-07-2023
Guðrið Poulsen yrkir eisini. Hanni Bjartalíð fer at gera stóra list.
29-06-2023
Dánjal á Neystabø fekk listafólkaløn í trý ár, og Elisabeth Pike hevur listaframsýning í Kambans Húsi
28-06-2023
Kristina Thede Johansen hevur fingið Sonning-talentvirðislønina, og arkitektakappingin til nýggjan høvuðsbygning hjá Fróðskaparsetrið Føroya
27-06-2023
Vinnarin av arkitektakappingini til nýggjan felagsbygning hjá Setrinum avdúkaður, og Ritlist II á Reinsarínum
22-06-2023
Listarligt minnismerki fyri kvinnur, ið doyðu í barsilssong. Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum.
21-06-2023
Kristian Blak er heiðraður við virðislønini hjá Nordisk Komponist Råd, og Edward Fuglø hevur listprýtt Viðareiðis kirkju
20-06-2023