50 ár síðani Froyur koppaði

50 ár síðani Froyur koppaði
15-04-2025
Fríggjadagin 21. november koppar nýggi trolarin Froyur við havnalagið í Runavík, og í hesari sendingini verður lýst hvat, ið hendi hendan dagin

Í 2010, 35 ár eftir at Froyur koppaði, gjørdu vit eina sending, sum lýsti hendingina og hvat, ið varð av trolaranum aftaná.
Í sendingini varð tosað við Herbert Olsen í Rituvík, sum koyrdi truck á Lynfrost, tá óhappið hendi, Henry Olsen, ið var maskinlærlingur og arbeiddi umborð á Froyi, Tórbjørn Jakobsen, ið sá hendingina, Bjarna Bjarnastein, ið var staddur á keiini, og sum eisini var við til at tøma skipið eftir óhappið, Palla Mikkelsen, ið varð arbeiðsformaður á Skála Skipasmiðju, tá Froyur varð umvaldur og umbygdur eftir óhappið, Jóhan Lervig, smiðjumeistara á Skála Skipasmiðu, tá Froyur varð umvaldur og umbygdur eftir óhappið, og Harry á Lakjuni, ið seinri varð skipari við Froyi.

50 ár síðani Froyur koppaði

Fríggjadagin 21. november koppar nýggi trolarin Froyur við havnalagið í Runavík. Sendingin lýsir hvat hendi hendan dagin og hvørja lagnu Froyur fekk aftaná. Hesir vóru við í sendingina: Herbert Olsen, Henry Olsen, Tórbjørn Jacobsen, Bjarni Bjarnastein, Palli Mikkelsen, Jóhan Lervig, Harry á Lakjuni. Talan er um eina sending, ið varð send fyrstu ferð í november 2010, tá 35 ár vórðu liðin síðani óhappið hendi.  
Fríggjadagin 21. november koppar nýggi trolarin Froyur við havnalagið í Runavík, og í hesari sendingini verður lýst hvat, ið hendi hendan dagin
15-04-2025