Aftaná – Lívið eftir krabbamein

Aftaná - Partur 1: Áðrenn og aftaná
14-10-2026
Durita Tausen, Sóley Heradóttir Hammer og Helena Heðinsdóttir Guttesen eru gestir í fyrstu sendingini í sendirøðini Afraná

Tá krabbameinsviðgerðin er av, byrjar ein nýggjur lívskapittul. Eitt áðrenn og eitt aftaná trínir innar. - Men hvat er áðrenn, og hvat er aftaná, og er veruliga eitt greitt skilamark millum hesi báðar tíðirnar? 

Durita Tausen, Sóley Heradóttir Hammer og Helena Heðinsdóttir Guttesen eru gestir í fyrstu sendingini í sendirøðini Afraná, har ljós verður varpað á lívið  áðrenn og aftaná krabbamein. 

Áðrenn krabbameinið var lívið kanska ”bara” lívið. Arbeiði, familja, vinir, frítíðarítriv og gerandisdagur. Alt tað, sum fylti dagarnar, og alt tað, ein tók fyri givið. Men so kemur diagnosan,  brádliga verður tilveran broytt, og verður fyri mong býtt sundur í eitt áðrenn og eitt aftaná. 

Men er veruliga eitt týðiligt og greitt linja skilamark millum lívið áðrenn og aftaná krabbamein?-  Ella eru hesi meira flættað saman, enn vit halda? 

Aftaná – Lívið eftir krabbamein

Sendingarnar snúgva seg um lívið eftir krabba og um tær avbjóðingar, sum kunnu fylgja við, tá viðgerðin er liðug, m.a. seinárin sum møði, angist, broyttur kroppur og samleiki, arbeiðslív, trúgv, familju- og parlív, fíggjarlig viðurskifti og ótti fyri eftirlitum og afturfalli.

Sissal Kampmann leggur til rættis. 

Í fjórðu sendingini av Aftaná seta vit sjóneykuna á scanxiety og óttan fyri afturfalli.
04-11-2026
Gestir í sendingini eru Aksel Haraldsen, Eir í Ólavsstovu, Maria Jørdal Niclasen og Suni Poulsen. 
28-10-2026
Í sendingini tosa vit um, hvussu møðin kennist, hvørjar avbjóðingar hon hevur við sær, og hvat kann lætta um gerandisdagin hjá teimum, ið liva við henni.
21-10-2026
Durita Tausen, Sóley Heradóttir Hammer og Helena Heðinsdóttir Guttesen eru gestir í fyrstu sendingini í sendirøðini Afraná
14-10-2026