Akademia

Akademia: "Hugsa sjálv/ur."
14-09-2025
"Hav dirvi at brúka egið vit og skil".

Akademia er nýggj sendirøð hetta fram til jóla. Har vit áður hava varpað ljós á filosoffarnar, so fara vit nú at lýsa ymisk filosofisk evni. Jógvan D. Hansen, námslektari er gestur í sendingunum hvønn sunnudag.
So langt aftur sum í 1675 undirvísti mann í filosofikum á universitetum. Hetta fyri at brynja tann lesandi til lesturin og eisini geva menniskjanum eitt sokallað alment dannilsi. Tað eru spurningar sum at hugsa, hvør eri eg, Guð, náttúran, moralfilosofiskir spurningar o.s.fr.
Filosofikum sum fak hvarv í 1971, tó ikki í Norra. Í dag dagar tað undan aftur og komið er eftir, at tað er skilagott at undirvísa í hesum tifarinum. Á Setrinum í Havn undirvísa tey í filosofikum og bókin vit brúka sum grundarlag undir hesum sendingum er tann sama, sm tey lesandi brúka.
Bókin eitur:"At vera, at vita, at gera."
Evnið í dag er hugsa sjálv/ur. Hav dirivi at nýta egið vit og skil. Ver ikki dovin ella undanstøkkingur, so tú bara fert við streyminum, men vís eldhugað og engagement.

Akademia

Filosofikum viðger evni og støður, sum vit øll frá tíð til aðra spyrja: "Hvat er tað góða lívið", "hví skulu vit gáa um og spyrja", "hvat er vitan, og hvat er rong vitan" og mangt annað.

Armgarð Arge leggur til rættis. 

Jógvan D. Hansen, námslektari, er gestur í sendingini.

"Er betur at vera glaður grísur enn syrgin Sokrates"?
05-10-2025
Hvar er markið millum vísindi og eitisvísindi ?
28-09-2025
Rationalisma og empirisma, hvar fáa vit okkara vitan frá?
21-09-2025
"Hav dirvi at brúka egið vit og skil".
14-09-2025
  •