- Tíðindi, mentan og ítróttur
The Beatles

Í 1965 ger bretska kongshúsið av at heiðra The Beatles við MBE-heiðurstekninum. Beatlarnir eru um at kódna í berari fólkaeydnu, og í teimum fer at búnast ein longsul eftir størri persónligum og tónlistarligum frælsi.
Í 1965 standa teir á mótinum millum tað farna og tað nýggja. Í hesari sendingini verður millum annað farið at leggja undir sjóneyku dygdirnar hjá teimum fýra beatlunum.
Hvat meta menn um teir sum instrumentalistar, sangarar og tónaskald? Umframt flestu teirra, sum higartil hava havt orðið í sendingunum, fara Óli Poulsen, Eyðun Nolsøe, Martin Mouritsen, Edvard Nyholm Debess, Jørgin Dahl, Martin Joensen, Kaj Johannesen, Jónleif Jensen og Djóni Andreasen at bera fram sína hugsan.
Suni Merkistein legði til rættis, Pauli Magnussen tók upp og setti saman. Sent fyrstu ferð 28. apríl 2000.
