- Tíðindi, mentan og ítróttur
The Beatles

Í hesari sendingini, sum er tann næstsíðsta í røðini, verður høvuðsdenturin lagdur á slóðbrótandi útgávuna Sgt. Pepper, sum kom í 1967. Útgávan eftir hana, Magical Mystery Tour, verður eisini umrødd.
Nortið verður eisini við aðrar tilburðir hesi árini, eitt nú tá beatlarnir dvøldu í India hjá Maharishi Mahesh Yogi, sum stovnaði transcendentalu meditatiónsrørsluna. Niclas Johannesen, Óli Poulsen, Sunleif Rasmussen, Eyðun Nolsøe, Jóhannus á Rógvi Joensen, Zacharias Sørensen, Jørgin Dahl, Rói Patursson, Hanus Andreasen og Heri Kragesteen greiða frá.
Suni Merkistein legði til rættis, Pauli Magnussen tók upp og setti saman. Sent fyrstu ferð 26. mai 2000.

The Beatles
Sendirøð í níggju pørtum um The Beatles. Suni Merkistein legði til rættis, og Pauli Magnussen tók upp og setti saman. Røðin var framleidd og send í 2000.








