- Tíðindi, mentan og ítróttur
Beinleiðis úr Studio 5

Beinleiðis úr Studio 5 - Esmar Fagraberg
03-10-2025
Hvønn fríggjamorgun bjóða vit aktuellum bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla live
Upprunaliga spældi hann trummur, men 17 ára gamal byrjaði Esmar at spæla gittar. Hetta hendi mest sum av tilvild. Esmar, sum tá spældi nógvan fótbólt, kokti sær fótin og gekk á høkjum eina tíð. Um somu tíð hevði maður fastur hansara gloymt ein gittara eftir. Á honum tók Esmar sínar fyrstu akkordir. Seinni gjørdist hann limur í einum bólki. Teir funnu ongan sangara, og nú vóru góð ráð dýr. Esmar játtaði at royna seg sum sangara. Í Studio 5 í dag er Esmar Fagraberg á egnum beinum og fer at spæla tríggjar sangir.

Beinleiðis úr Studio 5
Beinleiðis úr Studio 5 er sending við livandi tónleiki. Bólkar og einstaklingar, sum hava hug at royna seg, verða boðin í útvarpsstovuna at spæla.
Síðstu árini hevur Ragnar í Vík ikki spælt líka nógv alment, men tað merkir tó ikki, at gittarstreingirnir ikki hava ljómað við hús.
07-11-2025
Evnaríki trubadururin helt ein drúgvan steðg í almenna rúminum, men í Sement var sjón fyri søgn, at gittari, munnharpa og rødd hava verið dúgliga brúkt kortini
31-10-2025
Hesa ferð vitjar Karsten Vogel. Hann er danskur jazz-saksofonistur og komponistur, ið hevur havt týðandi lut á norðurlendska jazzpallinum í fleiri áratíggju.
24-10-2025
Saman við Stanley í Studio 5 eru Jóhannus á Rógvu Joensen, bass, Kim Hansen, klaver og Jósva Debes, trummur
17-10-2025
Sørvingurin var borin í heim í 1963 og hevur verið virkin í bólkunum Ghost Riders, Sørvings, Holgar og Villmenn og Tinganest.
10-10-2025
Hvønn fríggjamorgun bjóða vit aktuellum bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla live
03-10-2025
Hvønn fríggjamorgun lata vit dyrnar upp og bjóða føroyskum bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla live
26-09-2025
Útgávan "Kvæði" er úrslit av samstarvi millum millum Teit og danska indie jazz-bólkin
12-09-2025
Døgg Nónsgjógv er beinleiðis í Studio 5 í sambandi við, at hon læt frá sær heildarútgávuna "Livandi"
05-09-2025









