Beinleiðis úr Studio 5

Beinleiðis úr Studio 5 - Herborg Torkilsdóttir
14-11-2025
Seinnu árini hevur Herborg givið eina røð av egnum sangum út, men nú er hon farin undir at tulka sangir hjá øðrum

- Mær hevur altíð dámað væl bæði John Mogensen og Kim Larsen, sigur Herborg Torkilsdóttir. Ikki minst tekstirnir eru góðir, leggur hon aftrat.

Nú koma fimm sangir í akustiskum útgávum. Så længe jeg lever verður ofta sungin í veitsluhøpi, men í veruleikanum er hetta ein rættiliga vakur og sorgblíður sangur, vísir Herborg á.

Eitt annað, ið hugtekur hana við teirra sangum, er skemt og tað gerandisliga. Nakað, ið eisini sæst aftur í sangunum hjá Herborg.

Hon hevur spælt fleiri konsertir í Danmark og verður eisini spæld javnan í donskum útvarpi. Hetta er haraftrat ein máti at røkja donsku fjeppararnir, ásannar føroyski sangfuglurin.

Rakul Petersen er eisini við í studio 5. Hon er framúr gittaristur og syngur somuleiðis kór.

- Rakul dugir væl at hála meg niður aftur, tá eg havi hug at fara á flog, sigur Herborg.

- Tað var serliga í fyrstuni, at tað onkuntíð var brúk fyri tí, sigur Rakul brosandi.

Í studio 5 hesa ferð hoyra vit tríggjar endurútgávur. Dengang da jeg var lille hjá Kim Larsen, Lívið hjá Nicolinu av Kamarinum og Så længe jeg lever hjá John Mogensen.

Beinleiðis úr Studio 5

Beinleiðis úr Studio 5 er sending við livandi tónleiki. Bólkar og einstaklingar, sum hava hug at royna seg, verða boðin í útvarpsstovuna at spæla.

Seinnu árini hevur Herborg givið eina røð av egnum sangum út, men nú er hon farin undir at tulka sangir hjá øðrum
14-11-2025
Síðstu árini hevur Ragnar í Vík ikki spælt líka nógv alment, men tað merkir tó ikki, at gittarstreingirnir ikki hava ljómað við hús.
07-11-2025
Evnaríki trubadururin helt ein drúgvan steðg í almenna rúminum, men í Sement var sjón fyri søgn, at gittari, munnharpa og rødd hava verið dúgliga brúkt kortini
31-10-2025
Hesa ferð vitjar Karsten Vogel. Hann er danskur jazz-saksofonistur og komponistur, ið hevur havt týðandi lut á norðurlendska jazzpallinum í fleiri áratíggju.
24-10-2025
Saman við Stanley í Studio 5 eru Jóhannus á Rógvu Joensen, bass, Kim Hansen, klaver og Jósva Debes, trummur
17-10-2025
Sørvingurin var borin í heim í 1963 og hevur verið virkin í bólkunum Ghost Riders, Sørvings, Holgar og Villmenn og Tinganest.
10-10-2025
Hvønn fríggjamorgun bjóða vit aktuellum bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla live
03-10-2025
Hvønn fríggjamorgun lata vit dyrnar upp og bjóða føroyskum bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla live
26-09-2025
Útgávan "Kvæði" er úrslit av samstarvi millum millum Teit og danska indie jazz-bólkin
12-09-2025
Døgg Nónsgjógv er beinleiðis í Studio 5 í sambandi við, at hon læt frá sær heildarútgávuna "Livandi"
05-09-2025