Beinleiðis úr Studio 5

Beinleiðis úr Studio 5 - Ronja
10-04-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í Studio 5 og bjóða bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla livandi tónleik.

Hóast Ronja er eitt lutfalsliga nýtt navn á føroyska tónleikapallinum, er tað ein sannnroynd, at hon longu hevur vunnið sær nógvar fjepparar.

Ikki minst tekstirnir, sum mangan eru inniligir og beinraknir, fanga lurtaran.

Uttanumtos dámar henni ikki. Ronja vil heldur inn í kjarnuna og tosa um tað, ið hevur týdning.

At tónleikur er komin til hennara er ikki av tilvild, tí hann hevur altíð hevur fylt nógv heima hjá teimum.

Tey eru sjey systkin, og øll spæla ljóðføri.

Beinleiðis úr Studio 5

Beinleiðis úr Studio 5 er sending við livandi tónleiki. Bólkar og einstaklingar, sum hava hug at royna seg, verða boðin í útvarpsstovuna at spæla.

Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik
20-02-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik
13-02-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik
06-02-2026
Hesa ferð er ein av vælumtóktu føroysku trubadurunum komin á gátt. Talan er um gøtumannin Lyon
30-01-2026
Fríggjamorgnar bjóða vit bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla livvandi tónleik
23-01-2026
Fríggjamorgnar bjóða vit bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla livandi tónleik
16-01-2026
Fríggjamorgnar bjóða vit bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla livandi tónleik
09-01-2026
Tað er jólahýrur í útvarpsstovuni. Magni og bólkur spæla fýra jólasangir
19-12-2025
Sommerson band leggur seg eftir at spæla góðan dansitónleik. Bæði føroyskan og útlendskan.
12-12-2025
Tónleikarin og tónaskaldið Sergey Ilyin fekk í 2022 friðskjól í Føroyum frá krígnum í Ukraina.
05-12-2025
Gestur hesa ferð er norski saksofonleikarin, Tore Brunborg. Hann vitjar í Føroyum í sambandi við, at Havnar Jazzfelag hevur 50 ár á baki.
28-11-2025
Klingra er ein norðurlendsk verkætlan við yrkistónleikarum úr fleiri londum
21-11-2025