Beinleiðis úr Studio 5

Beinleiðis úr Studio 5 - Gjáir
24-04-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik

Tá Edvin H. Niclasen og Gerhard Páll Lognberg hittust fyrstu ferð í 2011, visti eingin, at hetta vinalagið skuldi bera so nógvar tónlistarligar fruktir við sær.

Frá hugnaligum barrkvøldum til stóra pallin á Sement við tungmálmsbólkinum Eimyrja, hava teir saman gjørt tónleik í alskyns skapum.

Men nú er tað við bólkinum Gjáir.

Hetta er ein føroyskur fólka-, singer-songwriter bólkur, stovnaður í Havn í fjør.

Manningin í Studio 5 hesa ferð er:

Edvin H. Niclasen - sang og gittar og Gerhard Páll Lognberg - kór og gittar.

Beinleiðis úr Studio 5

Beinleiðis úr Studio 5 er sending við livandi tónleiki. Bólkar og einstaklingar, sum hava hug at royna seg, verða boðin í útvarpsstovuna at spæla.

Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik
20-02-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik
13-02-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik
06-02-2026
Hesa ferð er ein av vælumtóktu føroysku trubadurunum komin á gátt. Talan er um gøtumannin Lyon
30-01-2026
Fríggjamorgnar bjóða vit bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla livvandi tónleik
23-01-2026
Fríggjamorgnar bjóða vit bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla livandi tónleik
16-01-2026
Fríggjamorgnar bjóða vit bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla livandi tónleik
09-01-2026
Tað er jólahýrur í útvarpsstovuni. Magni og bólkur spæla fýra jólasangir
19-12-2025
Sommerson band leggur seg eftir at spæla góðan dansitónleik. Bæði føroyskan og útlendskan.
12-12-2025
Tónleikarin og tónaskaldið Sergey Ilyin fekk í 2022 friðskjól í Føroyum frá krígnum í Ukraina.
05-12-2025
Gestur hesa ferð er norski saksofonleikarin, Tore Brunborg. Hann vitjar í Føroyum í sambandi við, at Havnar Jazzfelag hevur 50 ár á baki.
28-11-2025
Klingra er ein norðurlendsk verkætlan við yrkistónleikarum úr fleiri londum
21-11-2025