Beinleiðis úr Studio 5

Beinleiðis úr Studio 5 - Joe & the Shitboys
29-05-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp og bjóða bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla livandi tónleik

Í dag vitjar bólkurin, sum, sambært punklegenduni, Iggy Pop, er tann besti í heiminum júst nú, Joe & the Shitboys.

Punkgubbin valdi teir somuleiðis at spæla heilar tríggjar konsertir saman við sær í Bretlandi

Virðisløntu shitpunkararnir eru á altjóða konsertferðum í heilum, og tær garvillu framførslurnar, sum blanda satiriskt skemt í tónleiki við interaktivitet við áskoðarafjøldina, hava fingið mikið rós úr øllum heraðshornum.

Vanliga verða tríggir sangir spældir í Studio 5, men hesa ferð eru teir heldur fleiri í tali. Orsøkin er, at sangirnir hjá Joe & the Shitboys oftast eru avgreiddir eftir einar tveir minuttir.

Beinleiðis úr Studio 5

Beinleiðis úr Studio 5 er sending við livandi tónleiki. Bólkar og einstaklingar, sum hava hug at royna seg, verða boðin í útvarpsstovuna at spæla.

Hvønn fríggjamorgun bjóða vit aktuellum bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla live
03-10-2025
Hvønn fríggjamorgun lata vit dyrnar upp og bjóða føroyskum bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla live
26-09-2025
Útgávan "Kvæði" er úrslit av samstarvi millum millum Teit og danska indie jazz-bólkin
12-09-2025
Døgg Nónsgjógv er beinleiðis í Studio 5 í sambandi við, at hon læt frá sær heildarútgávuna "Livandi"
05-09-2025
  •