Beinleiðis úr Studio 5

Beinleiðis úr Studio 5 - Karin Bech
11-09-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik

Eftir at hava verið í eini svárari lívskreppu, kendi hon á sær, at hon hevði tørv á at seta orð á nøkur persónlig viðurskifti.

Burtur úr eru komnir nakrir inniligir og mangan melankolskir sangir.

Karin Bech skrivar um tað, sum byggir okkum upp og tað, ið brýtur okkum niður.

- Onkuntíð kunnu sangirnir siga okkurt, ið er trupult at lýsa við vanligum orðum.

Karin, ið er 43 ár, lýsir tó ikki sína persónligu søgu heilt nágreiniliga.

- Orðini leggja upp til, at lurtarin sjálvur kann finna sína søgu í tónleikinum.

Í fjør flutti hon aftur til Føroya, eftir at hava búð í Danmark í 20 ár.

Í síðstu viku tók hon eitt stig, ið veruliga kravdi nakað av henni.

Karin gjørdi av at tekna seg til Open Mic tiltakið á Reinsarínum í Havn.

Hon setti sær fyri at fara á pallin at framføra sín egna sang. Trubadururin fortaldi kortini ikki vinum og kenningum um hetta.

- Tað kendist onkursvegna tryggari, at syngja og spæla fyri fremmandum.

Framførslan gekk upp á stás. Afturmeldingarnar vóru stak góðar, og kenslan eftir spælingina var einastandandi.

Nú verður aftur eitt týðandi nýtt fet tikið í Studio 5.

Á skránni eru tveir persónligir sangir á enskum.

Tann triði er á føroyskum og er ein kærleikskvøða til Sandá.

Beinleiðis úr Studio 5

Beinleiðis úr Studio 5 er sending við livandi tónleiki. Bólkar og einstaklingar, sum hava hug at royna seg, verða boðin í útvarpsstovuna at spæla.

Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik
16-10-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp og bjóða bólkum og einstaklingum í studio at spæla livandi tónleik
09-10-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik
02-10-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp og bjóða bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla livandi tónleik
25-09-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik
18-09-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik
11-09-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik
04-09-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp og bjóða bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla livandi tónleik
29-05-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik
22-05-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp og bjóða bólkum og einstaklingum í útvarpsstovuna at spæla livandi tónelik
15-05-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik
08-05-2026
Fríggjamorgnar lata vit dyrnar upp í útvarpsstovuni og bjóða bólkum og einstaklingum á gátt at spæla livandi tónleik
24-04-2026