- Tíðindi, mentan og ítróttur
Bolero

Bolero - Aldubáran og føroysk tónaskøld
26-11-2023
Sending við klassiskum tónleiki sum Angelika Hansen velur
Aldubáran gevur út fløguna Impressions við tónleiki eftir Hsueh-Yung Shen. Vit hoyra tónleik av fløguni, umframt tónleik eftir føroysku tónaskøldini, Paulii Sandagerði, Ólavur í Búrstovu, Sámal Jákup Jakobsen og Eli Tausen.

Bolero
Bolero er ein sending við klassiskum tónleiki. Innihaldsliga fevnir sendingin vítt - frá renessansu og barokk fram at okkara døgum.
Tónleikurin í teimum einstøku sendingunum hevur ofta ein felagsnevnara. Hesin kann til dømis vera tónleikur úr einum ávísum landi, úr einum tónlistarsøguligum tíðarskeiði ella tónleikur eftir okkurt ávíst tónaskald.
Nógvur klassiskur tónleikur hevur íblástur úr fólkatónleiki. Heitið á sendingini stavar haðani. Bolero er ein spanskur dansur, sum kom fram um ár 1780. Ludwig van Beethoven (1770-1827) var ein tann fyrsti, ið nýtti Bolero í listtónleiki.
Skiftandi vertir leggja sendingina til rættis.
Hesa ferð hoyra vit tónleik, sum er merktur av at vit eru komin fram ímóti ársenda.
29-12-2024