Bolero

Bolero - 26. mai 2024
26-05-2024
Sending við klassiskum tónleiki og ymsum vertum. Hesu ferð er Angelika Hansen vertur.

Í sendingini í dag hoyra vit tónleik, ið er skrivaður um sorg og miss. Eisini nerta vit við hugtakið synestesia ella samsansing.

Bolero

Bolero er ein sending við klassiskum tónleiki. Innihaldsliga fevnir sendingin vítt - frá renessansu og barokk fram at okkara døgum.

Tónleikurin í teimum einstøku sendingunum hevur ofta ein felagsnevnara. Hesin kann til dømis vera tónleikur úr einum ávísum landi, úr einum tónlistarsøguligum tíðarskeiði ella tónleikur eftir okkurt ávíst tónaskald.

Nógvur klassiskur tónleikur hevur íblástur úr fólkatónleiki. Heitið á sendingini stavar haðani. Bolero er ein spanskur dansur, sum kom fram um ár 1780. Ludwig van Beethoven (1770-1827) var ein tann fyrsti, ið nýtti Bolero í listtónleiki.

Skiftandi vertir leggja sendingina til rættis.

Sending við klassiskum tónleiki sum Angelika Hansen velur hesuferð
11-05-2025
Angelika Hansen leggur til rættis
04-05-2025
Sending við klasiskum tónleiki sum Angelika Hansen velur hesaferð.
27-04-2025
Sending við klassiskum tónleiki
20-04-2025
Sending við klassiskum tónleiki
13-04-2025
Vit hoyra tónleik hjá amerikonsku Amy Beach
06-04-2025
Vit hoyra tónleik hjá russiska tónasmiðinum Alexander Borodin
30-03-2025
Eyðun á Lakjuni leggur til rættis
09-03-2025
Eyðun á Lakjuni leggur til rættis
02-03-2025
Sending við klassiskum tónleiki sum Angelika Hansen velur hesuferð
16-02-2025
Angelika Hansen leggur til rættis
09-02-2025
Angelika Hansen leggur til rættis
02-02-2025