- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Amerikanski áhugin fyri Grønlandi skal síggjast í ljósinum av átøkum frá Ruslandi og Kina. Grønland er aftur við at gerast miðdepil fyri stórpolitikki, eins og undir Kalda krígnum. Men hvussu við Føroyum? Vit tosa við serfrøðingar um kinesiska politikkin í Arktis, og trygdarpolitikk í Arktis.
Luttakarar í sendingini: Jóhanna Vágadal Joensen, søgufrøðingur, Ólavur Dalsgarð, granskari í trygdarpolitikki, Gestur Hovgaard, Samfelagsvísindadeildin á Lærda háskúlanum í Grønlandi, Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður og limur í uttanríkispolitisku nevndini og formaður í Arktisku sendinevndini, Kaj Joensen, journalistur á Christiansborg, Sámal Tróndur Finnson Johansen, søgufrøðingur, Høgni Hoydal, limur í Uttanlandsnevndini, og Bárður á Steig Nielsen, løgmaður.
Vertir: Símun Christian Olsen og John Johannessen
Redaktørur: Marjun Dalsgaard.
