- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Aliøkið hjá Bakkafrosti í Hvannasundi er so illa dálkað, at Umhvørvisstovan mælir til at avmarka alingina. Regin Jacobsen er gestur útvarpsstovuni.
Skotland atkvøddi heilt øðrvísi enn restin av Stóra Bretlandi í síðstu viku - er eitt nýtt loysingarstríð í eygsjón, og kloyva fólkaatkvøður samfeløg meira tær geva svar uppá spurningar?
Semja er í samgonguni um sjófeingislógina. Vit taka saman um sjófeingissemjuna seinni í sendingini.
Luttakarar: Suni Petersen, deildarleiðari á Umhvørvisstovuni, Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrosti, Regin Berg, stjórnmálafrøðingur.
Gjørt sendingina: Jón Brian Hvidtfeldt, Tróndur Olsen og John Johannessen
Redaktørur: John Johannessen

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.