Breddin

Breddin
02-12-2020
Grøna bylgjan og blasfemi

Á kommunuvalinum í farna mánað bleiv enn einaferð staðfest, at umhvørvismál eru framliga í huga hjá nógvum veljarum, tá Elsa Berg gjørdist fyrstvaldi kommunustýrislimur hjá Tjóðveldi í Tórshavnar kommunu við 519 persónligum atkvøðum. 

Umhvørvispolitikkur og grøn átøk vóru nevniliga millum nøkur av hjartamálunum hjá nyggja stjørnuskotinum á lista E. 

Og tað er eisini í samsvar við løgtingsvalið í 2019, tá millum annað Ingilín Strøm úr Javnaðarflokkinum og Hervør Pálsdóttir úr Tjóðveldi blivu valdar á ting. Báðar við sterkum grønum profili. 

Men hvat er hetta fyri ein grøn bylgja, sum hevur skolað yvir føroyskan politikk? 

Vit tosa um hetta við Hallberu West, stjórnmálafrøðing, og í útvarpsstovuni eru Elsa Berg, Ingilín Strøm, Beinir Johannesen og Bjarni K. Petersen.

Blasfemi
Blasfemi - ella gudsspottan, sum tað eitur í Føroyum - hevur verið eitt lógarbrot í øllum teimum stóru heimsreligiónunum gjøgnum søguna. 

Men tað er ikki bara eitt heiti. Blasfemiskar útsøgnir verða tann dag í dag revsaðar við deyðarevsing í summum londum. Eisini í Vesturheiminum síggja vit avleiðingarnar av tælufrælsinum á tí einu síðuni og ákærur um blasfemi á hinari síðuni. 

Men hvørjar eru avleiðingarnar av blasfemi og religiónskritikki í einum globalum informatiónssamfelagi, sum er bundið saman við tøkni, interneti og sosialum miðlum?

Heini í Skorini, adjunktur í altjóða politikki á Søgu- og samfelagsdeildini, hevur granskað í evninum blasfemi, og viðger tað saman við øðrum granskarum í bókini Blasphemies Compared, sum kom út í síðstu viku. 

Vit hava hitt Heina til eitt prát um evnið.

Gjørtsendingina hava Barbara Holm, Arnfríð Joensen Dahl og Hallur av Rana

Gestir: Ingilín Strøm, Beinir Johannesen, Elsa Berg, Bjarni K. Petersen, Heini í Skorini og Hallbera West
 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Astrið Breckmann, Liljan Wehe og Atli F. Johansen, limir í løgtingsins mentanarnevnd kjakast um PISA úrslitið
11-09-2026
Tvey evni eru í sendingini í dag
10-09-2026
Løgmaður hevur verið á ríkisfundi, og hann hevur eisini havt fund við forkvinnuna í ES-nevndini
08-09-2026
PET ávarar danir, og biður teir vera árvaknar. Hvussu er støðan hjá okkum, og nær kunnu føroyingar vænta eina tilbúgvingarætlan, verður spurt í sendingini
04-09-2026
Sendingin í dag varpar ljos á arbeiðsumhvørvi, og spurt verður, hvat arbeitt verður ítøkiliga við, nú arbeiðseftirlitið verður raðfest politiskt
03-09-2026
Grønlendska landsstýrið leggur stóran dent á, at nú má hyggjast frameftir, og at Grønland og Danmark eiga at gera sáttargerð í málinum
01-09-2026
í dag spyrja vit politisku skipanina, hvussu eldrarøktin skal skipast frameftir - og hvussu hon skal fíggjast
28-08-2026
Trýstið veksur støðugt, og samstundis eru pengarnir, sum skulu fíggja økið, farnir at ganga undan
27-08-2026
Í sendingini í dag spyrja vit, hvussu evropisku londini kunnu fyrireika seg til nýggja veruleikan
25-08-2026
Hvussu umsita vit føroysku fiskivinnuna best?
21-08-2026
Politiskt kjak verður um uppskotið hjá danska løgmálaráðnum um at goyma upplýsingar, nær føroyingar eru á netinum, í eitt ár
20-08-2026
Fólkaatkvøða í Íslandi 29. august
18-08-2026