Breddin

Breddin
23-03-2021
Føroyar í Norðurlondum, grøna orkuskiftið og val í Ísrael

Er Norðurlandaráðið bert ein kaffiklubbi við ongari ávirkan, ella er tað eitt meiningsfult samstarv tvørtur um landamark?

Vit nýta Norðurlandadagin í dag sum høvi at hyggja nærri at norðurlendska samstarvinum, og hvønn týdning tað hevur fyri okkum. 

Vit tosa við Kristinu Háfoss, stjóra í Norðurlandaráðnum,  Turid Christophersen, forkvinna í Norrøna felagnum, og Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismann í norðurlandamálum. 

Písk ella gularót
Skulu Føroyar røkka grønu málunum, sum nýggja uppskotið um veðurlagslóg leggur upp til, má ferð setast á grøna orkuskiftið.

Og tað krevur,  at politikarar, vinnan og einstaklingar velja grønar loysnir í framtíðini.

Men er ein hugburðsbroyting nóg mikið til at røkka grønu málinum í 2030, ella mugu sterkari amboð, so sum  avgjøld og forboð, til?

Hallbera West, ph.d. í stjórnmálafrøði, greiðir frá hvørji amboð fólkavald hava fyri at broyta atferðina hjá borgarum, og Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum, viðurkennir, at tað kann vera tórført at fáa allar flokkar at taka undir avgjøldum sum eitt amboð.

Val í Ísrael
Fyri fjórðu ferð síðstu tvey árini er val til ísraelska tingið, Knesset.

120 umboð skulu veljast, og enn einaferð er Benjamin Netanyahu, forsætisráðharri, høvuðspersónur í valstríðnum.

Og hann fyllir so mikið nógv, at valið í stóran mun snýr seg um, hvør styðjar Netanyahu, og hvør vil fella hann.

Vit tosa við John Rajani, sum er føroyskur sendimaður í Ísrael.


Luttakarar: Kaj Leo Holm Johannesen, Kristina Háfoss, Turid Christophersen, Helgi Abrahamsen, Hallbera West, John Rajani

Gjørt sendingina hava Heini Gaard og Hallur av Rana

Redaktørur er Hallur av Rana

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Fyri triðju ferð ger ein føroysk stjórn eina roynd at skipa Føroyar sum eitt sjálvstøðugt land - fer tað at eydnast hesa ferð? Og hvat skal til fyri, at tað skal eydnast?
27-06-2025
Orðið barnaporno er skeivt og eigur at vera broytt - tað siga felagsskapir, sum arbeiða við børnum, sum hava verið úti fyri kynsligum brotsverkum.
26-06-2025
Aksel V Johannessen, Sirið Stenberg, Bárður á Steig Nielsen og Beinir Johannessen kjakast um breiðu semjuna hjá løgmanni
24-06-2025
Í sendingini verður hugt at, hvat liggur á borðinum, og hvat semjan millum teir fimm flokkarnar merkir
20-06-2025
Fólkaræðið er fyri hóttafalli, vísa nýggjar kanningar í øllum Evropa
19-06-2025
Sendingin í dag varpar ljós á gongdina, og orðaskifti verður í útvarpsstovuni millum fýra ungar politikarar
17-06-2025
Í sendingini tosa vit við lækna, sum sigur, at 68 prosent av teimum særdu, sum koma á sjúkrahús í Gasa, eru børn
13-06-2025
Gjáin millum tey ungu, sum skulu koma heim at skapa sær eina familju, og tey eldru, veksur og alsamt fleiri rópa neyðarróp, tí tey einki fáa at búgva í.
12-06-2025
Í mest framkomnu fólkaræðunum missa fólk álitið á gomlu flokkarnar og á fólkaræði sum skipan. Eisini eru vit á ferð í Serbia og spyrja hvat ónøgdin har botnar í.
06-06-2025
Hvønn leiklut eigur eitt universitet at hava fyri smá samfeløg sum tað føroyska? Og eigur tað ikki at hava virknan lut í almenna kjakinum?
03-06-2025
Liljan Weihe var útifryst, tá samgongufundur var áðrenn tingfundin, tá pensjónsmálini og málið um Suðuroyartunnilin var til triðju viðgerð í tinginum
30-05-2025
Lønsemið í ferðavinnuni er ikki nóg gott, heldur formaðurin í Búskaparráðnum
27-05-2025