Breddin

Breddin
30-03-2021
Huawei-málið er einasta evnið í Breddanum í dag

Ein minuttur og átjan sekund av upptøku, sum elvdu til at Føroyar knappliga komu í altjóða miðlar.

Nærum hálvtannað ár hava partarnir bíða eftir at royna málið í rættinum, men tveir dagar áðrenn Umhvørvis- og Vinnumálaráðið og Kringvarp Føroya skuldu í rættin, valdi Umhvørvis- og Vinnumálaráðið at sleppa málinum um fútabann.

Nógv rok hevur verið um upptøkuna, sum landsstýrið legði fútabann á. Tí kom upptøkan ólógliga til vega? Og var fútabannið brot á tælufrælsi og pressufrælsi?

Sambært Løgmansskrivstovuni var orsøkin til fútabannið, at Kringvarp Føroya vildi brúka eina upptøku, ið stovnurin av órøttum hevði fingið hendur á. Og at hendan upptøkan kundi skaða umdømið hjá Føroyum uttanlands og samstarvið við onnur lond.

Fyri at skilja málið til fulnar mugu vit heilt aftur til 15. november í 2019, tá ein journalistur og ein fotografur hjá Kringvarpinum fóru oman í Umhvørvis- og Vinnumálaráðið, at gera samrøðu við Helga Abrahamsen, landsstýrismann, um samstarvið millum Føroya Tele og telerisan Huawei, sum kanska skuldi standa á odda fyri nýggja 5g netinum í Føroyum. Beint áðrenn samrøðan skal byrja, myndatólið er tendrað, mikrofonin er sett á landsstýrismannin, rópar Herálvur Joensen, aðalstjóri, Helga Abrahamsen út á gongina, fyri at kunna hann um ein fund við kinesiska sendiharran. Alt hetta hendir, meðan myndatólið hjá Degi og Viku melur og tekur alla samrøðuna upp.

Í samrøðuni, sum gongur fyri seg á gongini uttanfyri skrivstovuna hjá Helga Abrahamsen, fortelur aðalstjórin, at kinesiski sendiharrin hevði lagt trýst á løgmanna, fyri at fáa Føroya Tele at velja kinesiska Huawei sum veitara av 5g netinum í Føroyum. Um Føroyar og Føroya Tele velja Huawei, so vóru allar dyr opnar fyri einari sera lønandi fríhaldilsavtalu millum Føroyar og Kina.

Tað gingu síðani tvær vikur, har Kringvarpið royndi at fáa innlit í fundin millum kinesiska sendiharran og føroyska landsstýrið, og harvið siga søguna uttan at brúka upptøkuna. Tað eydnaðist ikki.

Kringvarpið ætlaði at senda samrøðuna í Degi og viku mánakvøldið 2. desember, men so hendi hetta. Men tað merkir ikki, at upplýsingarnar ikki komu fram kortini. Upptøkan lak til danska blaðið Berlingske, sum 11. desember skrivar søguna um kinesiska sendiharran, Feng Tie og vitjan hansara í Føroyum.

Upptøkan hevur ikki verið spæld í Kringvarpinum - ikki fyrr enn í gjár, 29. mars 2021. Nærum hálvtannnað ár eftir at landsstýrið fekk rættin at niðurleggja fútabann á upptøkuna.

Sendingina í dag gjørdu Arnfríð Joensen Dahl, Kaj Joensen og Elin Mirjamsdóttir, sum eisini var redaktørur.

Luttakarar: Jaspur Langgard, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin og limur í Uttanlandsnevndini, Bjørt Samuelsen, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi og forkvinna í Vinnunevndini, Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í felagnum Føroysk Miðlafólk, Georg L. Petersen, tíðindaleiðari í Kringvarpinum, Jógvan Elias Winther Poulsen, advokatur hjá Umhvørvis- og Vinnumálaráðnum, Hallbera West, adjunktur á Fróðskaparsetrinum og Kristina Samuelsen, advokatur. 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Teitur Samuelsen og Kristian Stórhamar kjakast um bestu loysnina fyri ein komandi Suðuroyartunnil
04-04-2025
Svarini í nýggjastu kanningini hjá Heilsustýrinum vísa, at stórir samfelagsbólkar hava so stórar, fíggjarlgar avbjóðingar, at tað gongur út yvir teirra lív og levnað
03-04-2025
Í sendingini hesaferð viðgera vit nýggju avbjóðingina, sum er at taka ímóti flóttafólki. Eisini viðgera vit játtanarkarmarnir fyri 2026, sum vórðu lagdir fram í gjár
01-04-2025
100 miðnámsskúlanæmingar, ið eru savnaðir í 29 bólkar, luttaka í kappingini um "Ungt virki" í Glasir
28-03-2025
Á leið annar hvør av teimum, sum fóru undir bachelor-lestur í árununm 2010 til 2020, blivu aldrin liðug.
27-03-2025
Er ynskið hjá arbeiðsgevarum um neyðtilbúgving eitt álop á verkfalsrættin?
25-03-2025
Henrik OId, sum fyrstu ferð var valdur á ting fyri 41 árum síðani, heldur, at landsstýrisfólk stýra ov nógv við kunngerðum, og tað ger valdið hjá løgtinginum veikari
21-03-2025
Í sendingini spyrja vit, hvussu heilsuverkið megnar at lofta teimum, ið stríðast
20-03-2025
Hvussu ávirkar geopolitikkur føroyska búskapin, Trump hóttir Grønland og grønlendska samfelagið hevur stórar sosialar trupulleikar
14-03-2025
Demokraatit er størsti flokkur í Grønlandi og gomlu maktflokkarnir eru settir út í kuldan. Vit greina støðuna eftir søguliga valið
14-03-2025
Í sendingini í dag venda vit eyguni móti Grønlandi, nú grønlendski veljarin skal seta sín kross
11-03-2025
Áhugin fyri valinum í Grønlandi er stórur, nú amerikanski forsetin hevur lagt seg út í valstríðið, og Tjóðveldi hevur framt stórt landsstýrisfólkaskifti
07-03-2025