Breddin

Breddin
06-04-2021
Landstingsval í Grønlandi; kann og skal høvuðsstaðurin vaksa; korona sum felagsnevnari fyri granskingarpengar

Landstingsval er í Grønlandi í dag. Tilsamans 41.041 fólk hava valrætt, og skulu tey velja 31 fólk í landstingið. 189 valevni bjóða seg fram.
Sjey flokkar eru at velja ímillum - teir eru Siumut, Inuit Ataqatiggit, Demokraatit, Naleraq, Nunatta Qitornai, Atassut og nýggi Samstarvsflokkurin Suleqatigiissitsisut, ið fyrstu ferð stillaði upp á landstingsvalinum í 2018.
Søguliga hevur Siumut sitið tungt á valdinum í Grønlandi. Síðani Grønland fekk heimastýri í 1979 hevur flokkurin staðið á odda fyri landsstýrinum og havt landsstýrisformannin øll árini, uttan tíðarskeiðið frá 2009 til 2013. Kim Kielsen hevur verið landsstýrisformaður síðani 2014.
Men í november í fjør var Kielsen koyrdur frá sum formaður fyri Siumut. Hann tapti stríðsvalið móti Erik Jensen, sum nú er formaður fyri Siumut. Kim Kielsen er tó framvegis landsstýrisformaður - og báðir stilla teir upp til landstingsvalið.
Stórsti avbjóðari til at taka valdið í Grønlandi eftir valið ídag er Inuit Ataqatiggit, eisini nevndur IA.
Við sínum átta tinglimum er IA í dag næststørsti flokkur í Grønlandi. IA hevur staðið seg væl í veljarakanningunum, og sambært tí nýggjastu fær hann 36 prosent av atkvøðunum og 12 tinglimir í landstingið. Harvið kann 34 ára gamli floksformaðurin, Múte Bourup Egede, gerast næsti landsstýrisformaður í Grønlandi.

Vit tosa við Alice Sørensen, útvarpsstjóra hjá grønlendska Kringvarpinum, KNR.

Kann og skal Havnin vaksa
Vit hava fólkavøkstur í Føroyum í hesum døgum. Tað hevur millum annað við sær, at bústaðarneyðin er stór. Fólkavøksturin merkist serliga í høvuðsstaðarøkinum og tørvur er á at víðka um býin.
Á býráðsfundi 25. mars varð samtykt at fara undir byggiverkætlanina Stórutjørn. Sambært gerðabókini hjá kommununi, liggur økið geografiskt væl fyri, millum bústaðarøkið í Hoyvík, vinnuøkið á Hjalla og nýggja innkomuvegin, sum verður gjørdur í sambandi við Eysturoyartunnilin.
Í kommunuætlanini hjá Tórshavnar kommunu er Stóratjørn eitt av fleiri økjum, sum verður mett at hóska seg væl til býarvøkstur.

Vit tosa við Biritu Wardum, býararkitekt í Tórshavnar Kommunu; Trónd Sigurðsson, formann í byggi- & býarskipanarnevndini hjá Tórshavnar Býráð og Sjúrð Hammer, lívfrøðing á Umhvørvisstovuni.

Korona felagsnevnari fyri gransking
Meira enn tvær milliónir krónur frá privatum fyritøkum komu eftir stuttari løtu inn í Granskingargrunnin á vári í fjør, tá korona fór at herja. Nakað, sum er rættiliga óvanligt í Føroyum. Men hvat kom burtur úr, og hvørja ávirkan hava privatir pengar á granskingina?
Ein teirra, ið fekk lut í koronu granskingarpengunum, var læknin Marnar Fríðheim Kristiansen. Millum annað fekk hann, saman við øðrum, pengar til at kanna smittutølini, sjúkueyðkenni og andevni hjá korona sjúklingum í Føroyum. Sambært Marnar Fríðheim Kristiansen komu privatu pengarnir væl við.

Vit tosa við Anniku Sølvará, stjóra á Granskingarráðnum, og Marnar Fríðheim Kristiansen, lækna og granskara.

Lagt til rættis: Elin Mirjamsdóttir, Arnfríð Joensen Dahl, John Johannessen og Jón Brian Hvidtfeldt.
Redaktørur: Jón Brian Hvidtfeldt.

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Sendingin í dag varpar ljós á gongdina, og orðaskifti verður í útvarpsstovuni millum fýra ungar politikarar
17-06-2025
Í sendingini tosa vit við lækna, sum sigur, at 68 prosent av teimum særdu, sum koma á sjúkrahús í Gasa, eru børn
13-06-2025
Gjáin millum tey ungu, sum skulu koma heim at skapa sær eina familju, og tey eldru, veksur og alsamt fleiri rópa neyðarróp, tí tey einki fáa at búgva í.
12-06-2025
Í mest framkomnu fólkaræðunum missa fólk álitið á gomlu flokkarnar og á fólkaræði sum skipan. Eisini eru vit á ferð í Serbia og spyrja hvat ónøgdin har botnar í.
06-06-2025
Hvønn leiklut eigur eitt universitet at hava fyri smá samfeløg sum tað føroyska? Og eigur tað ikki at hava virknan lut í almenna kjakinum?
03-06-2025
Liljan Weihe var útifryst, tá samgongufundur var áðrenn tingfundin, tá pensjónsmálini og málið um Suðuroyartunnilin var til triðju viðgerð í tinginum
30-05-2025
Lønsemið í ferðavinnuni er ikki nóg gott, heldur formaðurin í Búskaparráðnum
27-05-2025
Evropa skal brúka 6.000 milliardir krónur og 300.000 hermenn aftrat, um tað skal lata seg gera at verja eitt evropeiskt NATO-land uttan USA
23-05-2025
Eurovision byrjaði í 1956 sum ein mentanarlig friðarverkætlan og kom í kjalarvørrinum av seinna heimsbardaga. Rusland varð tveitt út í 2022 - men Ísrael er enn við.
22-05-2025
Eingin veitslurómur var, tá løgtingið fór í summarfrí - fleiri av teimum størstu málunum hjá samgonguni vóru skotin til horna
20-05-2025
Hvørjir eru fyrimunirnir fyri suðuroyingar og hvussu síggjast teir meira bleytu fyrimunirnir í eini kost nyttu greining? Tað spyrja vit um í Breddanum í dag
15-05-2025
Tilbúgving og kostnaðarmeting Suðuroyartunnilin
13-05-2025