Breddin

Breddin: Krabbamein í Føroyum
10-11-2021
Í sendingini seta vit sjóneykuna á krabbamein her í landinum

Eitt evni er í dagsins sending. 

Tá sjúka kemur inn í lívið hjá einum, so broytist gerandisdagurin. Og krabbamein ber ofta við sær broytingar, sum kunnu raka bæði tann sjúka og tey avvarðandi sera meint. 

Fleiri og fleiri fáa staðfest krabbamein, men færri doyggja av sjúkuni í dag samanborið við fyri 10 árum síðani. 

Hví er tað so? Og hvussu vita vit tað? 

Tordis Kristiansdóttir, onkologur á Landssjúkrahúsinum, greiðir frá tilgongdini, frá tí at ein hevur illgruna um krabbamein til viðgerðin byrjar. 

Vit tosa eisini við Marnar Fríðheim Kristiansen, lækna og granskara, sum í løtuni granskar í krabbameinstilburðum. Eitt nú sambandinum millum krabbamein og aldur.

Og so greiðir dagligi leiðarin í Krabbameinsfelagnum, Jansy Gaardlykke, frá tilboðunum, sum felagið hevur til krabbameinssjúklingar og avvarðandi.

Gestir: Tordis Kristiansdóttir, Marnar Fríðheim Kristiansen og Jansy Gaardlykke.

Sendingina gjørdu Krista Johnsdóttir Kreutzman og Arnfríð Joensen Dahl, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Á tíðindafundi á Viðareiði fyrrapartin, kunnaði landsstýrið um, hvørji tiltøk skulu setast í verk móti Russlandi
01-06-2023
Landsstýrismaðurin fær nú víðari heimildir at fremja atgerðir móti Russlandi
31-05-2023
Vit viðgera tilmælini frá arbeiðsbólkinum, sum hevur latið landsstýrismanninum álit um broytingar í fólkaskúlalógini, og orðaskifti verður eisini í útvarpsstovuni
26-05-2023
Nýggja vitlíki tøknin hjá Snapchat og nýggja bókaútgávan hjá Heina í Skorini mynda Breddan
25-05-2023
Tað verður bara Turið F. Arge, sum fer at mynda stjórnina í BankNordik
24-05-2023
Semja tykist um, at mótrokningin hjá fólkapensjónistum skal hækkast, men hvussu nógv?
23-05-2023
Í sendingini viðgera vit næmingatalið í flokkunum í fólkaskúlanum. Somuleiðis verður tosað um limaskapin hjá Føroyum í Nordforsk.
19-05-2023
Í sendingini verður tosað við fakfólk og landsstýriskvinnuna í javnstøðumálum.
17-05-2023
Tingið viðger í dag uppskot til samtyktar um greiðar reglur fyri, hvussu almennar byggiverkætlanir skulu skipast í framtíðini
16-05-2023
Samrøða við Beintu Dam, landsgrannskoðara
12-05-2023
Føroyskar kvinnur eiga færri børn nú enn fyri nøkrum árum síðan og hví skapar málið um skannaran so nógv kjak
11-05-2023
Hvat stendur í frágreiðingini um H-bygningin? Og hvat verður gjørt fyri grøna ferðslu?
10-05-2023