- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Jenis av Rana, formaður í Miðflokkinum og landsstýrismaður í uttanríkismálum, hevur verið ímóti pørtum av koronutiltøkunum hjá landsstýrinum, og hann hevur eisini sátt iva um koppsetingina. Fríggjadagin skrivaði Dimmalætting, at hann eisini hevur brotið sóttarhaldsreglurnar hjá myndugleikunum. Jenis av Rana er gestur á Breddanum í dag.
Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2022 er at meta sum sveinastykkið hjá Erhardi Joensen sum formanni fyri týdningarmiklastu nevndina í løgtinginum. Samstundis eftirlýsir fíggjarnevndarformaðurin breiðar semjur - hann vil burtur frá blokkpolitikkinum. Vit spyrja fíggjarnevndarformannin, hvussu hann ætlar at røkka breiðu semjunum.
Vit skulu gera vart við, at tað var ein villa, tá deyðstalið uppá 10, sum eru deyð við koronu í Føroyum, svarar til 10 túsund í Danmark. Rættari er, at tað svarar til 1.200. Umberið okkum mistakið.
Gjørt sendingina hva Arnfríð Joensen Dahl, Jón Brian Hvidtfeldt og John Johannesen, sum eisini var redaktørur.
