- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Hálvttriðja ár eftir, at samgongan bleiv skipað, røkist lítið fyri einari loysn á málið um gongd í haga.
- Eg klári ikki at liva upp til tað, sum stendur í samgonguskjalinum um, at vit skulu finna eina semju í málinum um gongd í haga. Tað ber heilt einfalt ikki til, tí tað er so langt millum partarnar.
Hetta sigur Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum, tá hann fyrr í viku bleiv spurdur av dimma.fo, tá hann bleiv spurdur um viðmerking til hvar málið um gongd í haga lá.
Vit tosa við landsstýrismannin í vinnumálum og hoyra frá pørtunum, sum semja ikki kann finnast við, áðrenn endað verður við einum politiskum kjaki.
Luttakarar: Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í vinnumálum, Henny á Líknargøtu, forkvinna í Ferðavinnufelagnum, Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands, Símun Gullaksen, stjóri í Jarðum, Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, Jóhannis Joensen, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, og Beinir Johannesen, tingmaður fyri Fólkaflokkin.
Gjørt sendingina hava Tróndur Olsen og Kári Mikkelsen.
Hallur av Rana var redaktørur.

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.