Breddin

Breddin: Tilfeingisgjøld
14-03-2023
Landsstýrið vil at ein munandi, men rímiligur partur av tilfeingsrentuni skal falla til landið. Men hvat merkir tað?

Samgongan er komin við sínum útspælið um hvussu tilfeingisgjøldini í fiskivinnuni skulu endurskoðast.

Í uppskotinum stendur, at endamálið er, at ein munandi, men rímiligur partur av tí serstaka vinninginum - tilfeingisrentuni - sum vinnulig serrættindi kunnu hava við sær, falla til landið. 

Uppskotið
Við uppskotinum hækka tilfeingisgjøldini á botnfiski úr Barentshavinum og á makreli. Og sum nakað nýtt verður veiðugjald lagt á makrel hjá heimaflotanum, á lodnu og heystgýtandi sild, sum uppsjóvarskipini eisini fiska.

Sambært uppskotinum um broytingar í veiðigjøldunum hjá fiskivinnuni hækkar gjaldið á makreli við 23 oyrum. Úr 1 krónu og 23 oyru fyri kilo upp í 1 krónu og 46 oyru fyri kilo.

Fyri botnfisk úr Barentshavinum hækkar gjaldið úr 1 krónu og 8 oyru upp í 2 krónur og 16 oyru - og veiðigjaldið á lodnu og heystgýtandi sild verður ávikavist 98 oyru og 89 oyru.

Veiðigjaldið fyri svartkjaft og norðhavssild hækkar ikki. Tað verður framvegis 31 oyru og 89 oyru.

Táttar í 100 milliónir
Í lógaruppskotinum stendir at Landsstýrið væntar, at árliga meirinntøkan frá veiðigjøldum verður millum 70-100 milliónir krónur, meðan tað í dag koma umleið 340 milliónir krónur inn í tilfeingsgjøldum og 60 milliónir krónur í uppboðssølugjøldum.

Í sendingini hoyra við Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, greiða frá uppskotinum og hví samgongan ikki tekur meira inn í veiðigjøldum, Hans Ellefsen, búskaparfrøðing, sum metir at øll tilfeingsrentan skuldi fallið til landið, Stefan í Skorini, formann í Reiðarafelagnum um áskoðanirnar hjá vinnuni, og at enda er politisk kjak millum limir í løgtingsins fíggjarnevnd um uppskotið.

Gestir: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin og forkvinna í løgtingsins fíggjarnevnd, Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi. 

Gjørt sendingina hava Tróndur Olsen og Marjun Dalsgaard, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.

Ongastaðni í Evropa velja kvinnur í so stóran mun sum í Føroyum at gerast mamma, og at gerast mamma fleiri ferðir.
12-05-2026
Galdandi skipan er bæði skattur og tøkugjøld - hetta er óneyðuga torskilt og livir ikki upp til endamálið, sigur Beinir Henriksen, sum hevur skrivað serritgerð á CBS um evnið
08-05-2026
Hvussu javnt er føroyska samfelagið? Tað vita vit ikki, tí vit mangla uppgerðir yvir privata ogn.
07-05-2026
Tað skal verða bíligari at fylla tangan, og tað fer samgongan at brúka góðar 20 milliónir kronur uppá. Tað fær nógvar atfinningar.
05-05-2026
Hvussu hava arbeiðarafeløgini tað og er teirra leiklutur broyttur?
30-04-2026
Hvat snúði málið til 67 mió seg um, og hevur fútin brotið sína tagnarskyldu?
28-04-2026
Ferðavinnan er nú triðstørsta vinna í landinum við 1,4 milliardum krónum í útflutningsvirði
24-04-2026
Í Breddanum í dag seta vit sjóneykuna á eitt av truplastu málunum í okkara tíð
23-04-2026
Fyritøkur halda, at staðseting, kennskapur til fólk í kommununi - og í summum førum óreiðiligar gerðir, sum eitt nú svik og mutur, kunnu hava týdning fyri, hvør vinnur útboðið
21-04-2026
Í sendingini í dag hyggja vit nærri at nýggja heimildarfilminum "Birita", sum fylgir hesari verkætlanini.
17-04-2026
Hví er eitt so lítið land so áhugavert hjá nøkrum av teimum mest valdsmiklu leiðarunum í heiminum, verður spurt í sendingini í dag.
16-04-2026
Í dag er fyrsti Breddin síðani løgtingsvalið 26 mars - og hann fer sjálvandi at snúgva seg um breiðu ABC samgonguna, sum í gjár, gjørdist veruleiki.
14-04-2026