- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin

Eftir fleiri rokmiklar dagar í Ísrael, avgjørdi forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu í gjárkvøldið at útseta umstríddu broytingarnar í rættarskipanini, sum merkja, at politiska valdið fær meira beinleiðis ávirkan á dómsvaldið.
Hundratals mótmælir hava verið seinastu dagarnar, og túsundtals fólk hava verið úti á gøtuni, og mótmælt Netanyahu-stjórnini.
Tað, sum av álvara hevur fest í mótmælishugan eru ætlaninar, um broytingar í rættarlógini.
Essensurin í uppskotinum er, at politiska skipanin skal fáa størri ávirkan á, hvør verður valdur til dómara í rættarskipanini.
Men eftir ein rokmiklan dag í gjár, har verkfall var lýst og hundratúsundtals fólk fóru út á gøturnar at mótmæla, trein forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu fram á skíggjarnar í gjárkvøldið. Har kunngjørdi hann, at lógaruppskotið nú bleiv útsett. Ikki slept, men útsett til næstu tingsetu, sum byrjar um smáar tveir mánaðir.
Allan Sørensen, tíðindamaður hjá Kristeligt Dagblad í Ísrael, greinar politisku støðuna í Ísrael.
75 ár við heimastýri
Fríggjadagin 31. mars eru tað 75 ár liðin síðan, at Heimastýrislógin bleiv lýst.
Og við henni bleiv grundarlagið lagt fyri tí politisku skipanini, sum føroyingar hava virkað í seinastu 75 árini.
Vit tosa við Hans Andrias Sølvará, professara í søgu, um millum annað upprunan til lógina, hvør vildi hava hana og hvussu hon hevur hilnast?
Gestir: Allan Sørensen og Hans Andrias Sølvará
Gjørt sendingina hava Marjun Dalsgaard, Tróndur Olsen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.

Breddin
Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.